Eg siti framman fyri vindeyganum á Heygnum. ? Her hava so mong sitið.
Tað livir við klettin, men annars er stilt í sjónum. Riturnar sita eysturi í fjøru.
Kalsoyggin hevur fingið ein myrkagrønan lit, brýdnar eru violettar. Sólin skínur enn á Kunoynna og luftin er gylt. Eitt sera vakurt kvøld.
Tyril stendur so rættur og hevur tær kláru linjurnar, sum siga frá at her er eingin ivi, her ætlar hann sær at standa. Middagsfjall er heldur lítillátið, eitt skýggj kom rekandi og legði seg frammanfyri, bara toppurin og Tjørnudalur eru sjónlig. Æðustíggjur hevur hug at traðka fram.
Garðurin, sum er lagaður av mannahond, skilir bø og haga. Bøurin er so vakur, ymisklitaður grønur. Onkur sæst í onkrari veltu og lúkar. Ein kvørkveggja er júst nú niðan fyri húsini, við velinum beint uppeftir.
Á Gamlafløtti ríkur. Øll húsini standa og bera boð um tær lagnur, sum har inni búgva og hava búð. Heimanfyri dansistovuna sæst oman á áarbakkan. Har hevur hon, áin, í øldir runnið út á tað velduga havið.
Góði Helgi! Her í vindeyganum hevur tú so mangan sitið, so lítillátin við tíni veldugu persónligheit.
Tú verður ongantíð gloymdur.
Helena