Frá marknaðardegnum í Sjónleikarhúsinum

   

Marknaðardagurin leygardagin 26. sept. í Sjónleikarhúsinum gekk so væl, at tey sum skipaðu fyri, vóru heilt ovfarin. Har var kø uttan fyri Sjónleikarhúsið áðrenn kl. 11, tá hurðarnar vórðu latnar upp. Tveir minuttir seinni var húsið stúgvandi fult av fólki. Hóast fyrireikararnir hildu seg hava ríkiligt av øllum, vísti tað seg skjótt, at tombola og fiskibrunnurin kundu havt trí-fýrafaldað so nógv, men so lærdu tey tað til eina aðru ferð. Tiltakið var so væl vitjað, og fólk hugnaðu sær so óført, at miðað verður ímóti at hava slíkt tiltak á hvørjum ári.

Ikki nógvir lutir eru eftir, men tjokkfult av klæðum er eftir, og tí vil Havnar Sjónleikarfelag hervið heita á allar hjálparfelagsskapir um at seta seg í samband við okkum, so tey kunnu koma og velja sær tað tey vilja at senda út í heim. Barnagarðar og frítíðarskúlar eru eisini vælkomin at koma og finna sær okkurt, børnini kunnu spæla við.

Annars er at siga, at tað ikki einans er marknaðardagar og dansir, sum mynda Sjónleikarhúsið í hesum døgum. Vit hava fingið so nógvar møguleikar við tí flytiliga salinum, og hava ymsu tiltøkini í seinastuni tí eisini verið fyri at læra okkum sjálv hvat ber til og hvat ikki ber til. Men tað leiklistarliga, tað Havnar Sjónleikarfelag stendur fyri, er sanniliga ikki gloymt. Seinast í november verður fyrstasýning av leikinum »Ferðin til grøna skuggalandið«. Í des. hava vit sum vanligt »Leikhúsjól«. Í febr. 99 fer ein stórur leikur av bakkastokki. »Gamla daman kemur til býin«.

Hvat umrøddu leikir snúgva seg um skal ikki avdúkast her, men heldur so hvørt leikirnir verða aktuellir. Av tí at várleikurin er so stórur, verður ongin annar leikur komandi vár, men fara vit at skipa fyri ymsum tiltøkum heldur.

Sum vanligt verður eisini Ólavsøkukabarettin á skránni í juli komandi ár.

Sjónleikarskúli byrjar 6. okt. í Sjónleikarhúsinum. MáF skipar fyri og undirvísari er Hedvig Vesterlund, sum er kend millum ungu leiklistarfólkini.

Havnar Sjónleikarfelag takkar øllum stuðlum, øllum sum lótu lutir og/ella klæði og seinast, men avgjørt ikki minst, øllum sum duttu inn á gólvið.