Hjálp har tú kann

Einar Larsen, fyrrv. tollari á Tvøroyri, er vorðin sjeyti, men á at líta er hann sum ein spelkin unglingi. Har Einar er, har hendir okkurt, og hann er virkin á mongum økjum, tað verið seg innan tónleik, dans ella kórsang, men í løtuni fer mesta tíðin við at fáa fornminnissavnið á Tvøroyri til reiðar at taka ímóti vitjandi longu í mei mánað næsta ár. Umframt røkjur Einar framvegis eitt hálvtíðarstarv sum bókhaldari.

Spelkin og ferðigur er hann, Einar Larsen av Tvøroyri, og veitst tú ikki betur, so heldur tú teg ikki hava ein mann frammanfyri tær, ið er farin um tey sjeyti árini.

Hesin virkni fyrrverandi tollarin er virkin á so mongum økjum og valla fer eitt tiltak av bakkastokki í Suðuroynni, har Einar ikki hevur havt eina hond við.

Men hetta við at vera virkin er ikki nakað nýtt. Einar hevur allar sínar dagar verið áhugaður í ítrótti, tónleiki og felagslívi og hann hevur eisini verið virkin innan nærum allar hugsandi tættir innan felagslív.


Borin í heim St-dagin

Hann er borin í heim sjálvan ST-dagin, 24. oktober í 1927. Sum hjá teim flestu fóru fyrstu árini við skúlagangi og síðani kom ítróttur, mest fótbóltur. Men Einari untist bert at spæla 4 ár á fyrsta liði hjá TB, tí hann fekk ein nýraskaða í sambandi við fótbóltin. Hetta vóru árini frá 1946 til 1949.

? Nógvir av teimum, ið hildu fótbóltinum gangandi hjá TB undir krígnum fóru burtur hesi árini, so eydnan vildi, at ein slapp ungur á lið, men so fekk eg skaðan og mátti gevast, men eg var málmaður nøkur ár á fyrstaliði hjá TB, sigur Einar Larsen.

? Síðani kemur tónleikurin inn í myndina. Nógvur tónleikur var heima hjá okkum. Hetta var ikki bert hornorkestur, men eisini annað. Tá vit vóru óvitar, beint áðrenn kríggið, var líkasum endabresturin á hornorkestrinum, sum var tá á Tvøroyri. Tað var næsta orkestrið, nummar tvey, sum var á Tvøroyri, greiður Einar frá.

? Men vit vóru 3 brøður og vóru rættiliga væl fyri, tí í familjuni vóru fólk, ið høvdu við tónleik at gera. Tá ein so er uppvaksin við tí og hevur oyra fyri tí, so fangar tað jú. Vit runnu so aftaná hesum orkestrinum tá, men tað gavst umleið 1936-37 og eg haldi tað tá hevði virkað í eini 14 ár, sigur Einar.

? Men vit beiggjarnir høvdu so okkara egna lítla orkestur og undir krígnum komu vit so inn í skótarnar og eisini har kom tónleikurin við. Í alt mundu vit vera eini 5, ið fingust við tónleik og har mundi eldri beiggin vera undangongumaðurin, minnist Einar og greiðir frá, at ljóðførini vóru mandolinir, harmonika og

signalhorn.


Dansiorkestrið Stjørnan

? Men eldra bróðuri mínum dámdi væl dansitónleik, so hann var ein av undangongumonnunum í dansiorkestrinum, ið nevndist Stjørnan. Har var eg eisini við, men ikki so nógv, tí eg var leiðari hjá skótunum tá. Tá leikti eg mest harmoniku, men eg vil ikki nevna tíðarskeiðið tónlistarliga gott, men tá eg ikki var við skótunum longur var betur tíð til tað og orkestrið helt á í eini 20 ár, harav var eg við eini 7 ár, sigur Einar.


Tollari

? Síðani fekk eg lærupláss sum skrivstovunæmingur á syslumansskrivstovuni og har var eg í 4 ár og gjørdist síðani tollari. Og altíð havi eg viljað búð á Suðuroynni, eg trívist her og soleiðis hava vit allir beiggjarnir tað, okkum dámar væl her. Eru jarðbundnir og støðufastir, skemtar Einar, ið 21 ára gamal gjørdist tollari í 1949 og var yngsti tollari í Føroyum tá Tolleftirlitið varð sett á stovn.

Tollarastarvið røkti Einar so fram til 1994. Eitt tað mest áhugaverda við starvinum vóru tey fyrstu 15 árini, ið Einar sigur eru ritað føst í minninum.

? Tá vóru nógv fremmand fiskifør á okkara leiðum, tí hetta var áðrenn fiskimarkið varð flutt út, og ferðslan minkaði. Men skotar, onglendingar og norðmenn fiskaðu jú her á leið tá, og at koma í samband við hesi fólk var gevandi og hetta vóru rík ár, sigur Einar Larsen, ið eisini hevði til frægd at lurta eftir teimum og gita sær til eftir dialektini, hvaðani manningin var og ofta var Einar á góðari leið.

? Men at koma á tal við fremmand fólk gevur einum innlit og øðrvísi hugsan um ymiskt, sigur Einar.


Okkurt má henda

Hóast Einar Larsen sum ungur varð noyddur at leggja ítróttin á hillina, so var hann leingi virkin í felagslívinum og var t.d. við til at skriva og leggja TB-bókina tilrættis.

Einar er kendur fyri at hava verið sera virkin maður og ikki minst fyri at vera sera virkin framvegis, nú hann er farin um sjeyti. Og Einar er samdur í, at hann er og hevur verið sera virkin.

? Okkurt skal henda har eg eri, annars havi eg tað ikki gott. Eg dugi ikki hetta við at fara oman á eitt horn at práta í 3 - 4 tímar, so hugnaligt tað enn kann vera, sigur Einar.

? Men skulu vit t.d. nevna, hvat eg havi fingist við seinastu 20 árini, so kunnu vit t. d. nevna hornorkestrið. Tað eru 23 ár síðani eg fór í gongd við at vita, um lív ikki kundi fáast í tónleikalívið á Tvøroyri. Tað hendi ov lítið og tað var ov óskipað; ein guitari her og har og so var heldur eingin sangur. Spurningurin var so, hvat ein skuldi fara í gongd við, sang ella okkurt sum buldraði og lokkaði meira. So eg valdi hornini, sigur Einar, ið við góðari hjálp frá monnum norðanfjørðs, t.d. Gunnari Mikkelsen, fekk skipað byrjanina til hornorkestrið.

? Seinni kom so navnframi Watkins upp í leikin og tað var góð hjálp, men hesi 20 árini havi eg so verið uppi í tónleikinum. Er ein ikki við, so fær ein tað ikki at ganga. Men trupulleikin var at løna fólki, ið skuldi leiða orkestrið, tí tá var Musikkskúlin ikki komin, men tað gekk, sigur Einar.


Musikkskúlin

? Eg var í nevndini fyri Hornorkestrið, men seinni vildi eg bert vera virkin tónleikari, men so kom Musikkskúlin og tá sær skúlin, at har er eitt gróðrarlendi í hornorkestrinum, ið er vert at taka sær av, so tað var ógvuliga gott, heldur Einar, ið heldur Musikkskúlan bera nógvum uppi.

Einar hevur verið umboð hjá Musikkskúlanum fyri Suðuroynna, síðani skúlin varð settur á stovn.

Umframt hevur Einar roynt á lokalum støði at fáa alt viðvíkjandi skúlanum at rigga, tí tað eru kreftir aðrastaðir frá, ið ein er bundin av.

? Tað ganga nokk eini 10 - 20 ár, áðrenn vit kunnu vænta at fáa lokalar kreftir, ið kunnu taka sær av Musikkskúlanum, sigur Einar, ið skemtandi nevnir, at tann eini lærarin bert var í oynni í 5 dagar, áðrenn hann helt leiðina heim og at ein annar ongantíð kom longur enn til Vágarnar, so vendi hann við.

? Tað er helst trupult at fáa stórbýarfólk at trívast á smærri plássum, heldur Einar.

Einar er nú givin í hornorkestrinum.

? Tað gjørdi eg væl og virðiliga í summar, eftir at hava ætlað tað í eini 2 ár, tí nú er ein blivin nakað seinur við aldrinum, flennir Einar, ið tó ikki hevur slept tónleikinum.


Spælir Fagott

? Eg eri byrjaður at spæla fagott. Eg fann uppá at taka okkurt ljóðføri, sum var tókt í Musikkskúlanum og har var ein fagott, so hana má eg berjast við í vetur og so missi eg ikki sambandið við skúlan, greiðir Einar frá, og hann er væl fyri í enskum og dámar væl, og heldur tað hava týdning, at práta við tónleikalærararnar.

? Partur av mínum arbeiði hevur altíð verið at verið sambandið hjá skúlanum úteftir og at finna nýggjar lærarar, sigur Einar.

? Tað hevur eisini týdning fáa teir at støðast og at práta við teir og tað er eisini sera gevandi, heldur Einar


Kór, myndatól og savn

Einar er við í sangkórinum Røddir á Tvøroyri og í Ljómi í Vági og so er tað fonminnissavnið á Tvøroyri, ið væntandi letur dyrnar upp í mei komandi ár.

Einar hevur frá ungum árum fingist við at taka myndir og hevur havt egið myrkkamar. Myndirnar eru nógvar og partur av arbeiðinum er eisini at fáa fólk at koma við myndum og at greiða frá teimum.

? Vit eru farnir yvir til nútímans tøkni við at leggja mynd og tekst á teldufløgu, so fólk fáa myndina við heimaftur beinanvegin og soleiðis fáa vit eisini frágreiðing um myndina, meðan fólkini eru á staðnum, greiðir Einar frá.

? Vit arbeiða við at gera eina framsýning, ið telur fleiri hundrað myndir, sigur Einar, ið hevur fingist við og verið í nevndini fyri savnið í 10 ár.

Eg eri í nevndini fyri Ljóm, ið verður 60 ár skjótt og so verður kórstevnan eisini í Vági, so har er eisini nóg mikið at gera og vit eru byrjað at fyrireika, greiður Einar frá.


Dansur

Einar er eisini við, tá dansifegin fólk trína dansin í Suðuroynni.

? Eg eri uppvaksin millum Klubban, Biografin og bryggjuna og tá má ein duga at dansa, heldur Einar, ið bleiv uppringdur, tí fólk hildu, at nú var hann pensióneraður, so nú kundi hann koma at dansa.

? Men vit hava allir beiggjarnir tað í okkum og okkum dámar væl at dansa og at koma saman við fólki, sigur Einar.

Eg havi verið við, tá Anna Kirstin hevur havt skeið, men mest sum ífylla, skemtar Einar, sum tó er farin uppí dansifelagið.


Ver opin og positivur

? Ja, ein er virkin og ungur í sinninum, tað haldi eg ein kann siga, heldur Einar, ið heldur, at tílíkt arvast.

? Men hvat hevur størstan týdning, skal ein ikki setast hendur í favn,tá ein fer um pensjónsaldur?

? Tað er at vera opin fyri tí, ið fyriferst um ein og at vera positivur í metingini og síðani finna tað góða burturúr og arbeiða við tí, heldur Einar, og hetta er nakað hann hevur lagt seg eftir.

? Sjálvsagt ger ein minni, tí árini siga tað, so tað er náttúrligt, men ein kann vera opin og positivur og vera við at skapa okkurt, um ein kann. Kanst tú ikki skapa nakað sjálvur, so hjálp til har tú kann, heldur Einar.


Teldan eingin trupulleiki

Óivað eru uppskriftirnar nógvar uppá virkin og løtt ellisár, men hetta er tað Einar Larsen hevur lagt seg eftir og tað hepnast væl hjá Einari, ið eisini seinastu árini hevur hjálpt til á bókhaldsvirki, og teldan er eingin trupulleiki, tí Einar hevur sett seg inn í tekstviðgerð og tað honum annars nýtist hesum viðvíkjandi. Tó metir hann, at ráðiligt er ikki at gloypa ov nógvum í senn viðvíkjandi telduni.

Men síðani hann fór frá sum tollari, hevur hann røkt starvið sum hjálparmaður á bókhaldvirki, og virkni ungligin, ið er farin um sjeyti, verður kanska eingin teldusnillingur, men vónandi verður hann at hoyra millum tónleikararnar á musikkskúlanum, leikandi fagott, tá veturin er av.