At rópa veruleikan burtur

Atfinningar og kritisk eygu eru alneyðug í samfelagnum og í politikki. Ikki minst tá vit viðgera ætlanirnar hjá landsstýrissamgonguni um at skipa Føroyar sum land við fullveldi. Tí fegnist eg, tá orðaskifti er í fjølmiðlunum um málið.

Men fyrsta treytin fyri einum góðum orðaskifti er, at tú lurtar eftir ætlanunum og grundgevingunum hjá hinum partinum og ikki roynir at reka hann í ein bás, sum tú sjálvur hevur sett upp. Tað er jú lætt at leggja fólk undir at vilja gera bæði líkt og ólikt og síðani finnast at tí, sum tú sigur at tey vilja.

Tíverri haldi eg, at fleiri viðmerkingar hava borið brá av hesum seinastu vikurnar. Bæði Gordon Eidesgaard, búskaparfrøðingur, og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, hava viðgjørt ætlanirnar hjá landsstýrinum í Sosialinum - og eftir mínum tykki eftir heilt skeivum fortreytum.


Ongin vil kubba og kvetta

Landsstýrissamgongan verður framvegis løgd undir at leypa á bláman ella at kvetta, kubba og bróta niður.

Gordon Eidesgaard sigur seg úttala seg sum búskaparfrøðingur. Kortini eru ongar búskaparligar grundgevingar og metingar at síggja, men bert tos um kubbing og kvetting. Hví ikki heldur viðgera búskaparliga týdningin av blokkinum og møguleikan at klára okkum uttan? Hví ikki heldur sum búskaparfrøðingur vísa á, hvussu vit skapa størri inntøkur og ein tryggari búskap?

Jóannes Eidesgaard hevur almannakunngjørt sína røðu til danska Javnaðarflokkin, ið jú sum kunnugt er stjórnarflokkur. Har leggur hann ein boðskap fram um, at landsstýrið er í ferð við at leypa framav. Hetta er sera harmiligt, tí tað skaðar bert samráðingarstøðu okkara og gevur donskum politikarum og almenninginum eina skeiva mynd av støðuni og ætlanum landsstýrisins. Eg dugi ikki at síggja, hvussu hetta kann gagna føroyska samfelagnum á nakran hátt.

Tað tykist tíverri soleiðis, at nú skal bara rópast so hart sum gjørligt við gomlum rakstrarrópum, so veruleikin druknar í óljóðinum.


Hvat merkir fullveldi?

Men veruleikin er hesin: Landsstýrið hevur eina skipaða ætlan móti fullveldi, sum byggir á lyklaorðini um neyva fyrireiking, upplýsing og demokratiska viðgerð.

Spurningurin um suverenitet - fullveldi - er sum so ógvuliga einfaldur. Tað snýr seg um, hvør hevur evsta valdið yvir Føroyum og harvið evstu ábyrgdina. Í løtuni liggur suvereniteturin yvir Føroyum hjá danska fólkinum og hjá donskum myndugleikum. Tað er hetta sum er staðfest í donsku grundlógini og hetta er okkara ríkisrættarliga støða í dag.

Uppskotið hjá landsstýrinum snýr seg um broyta ríkisrættarligu støðu okkara soleiðis, at vit fáa staðfest, at føroyska fólkið og føroyskir myndugleikar hava suverenitetin - t.v.s. fult vald og fulla ábyrgd - yvir Føroyum, og at hetta verður altjóða viðurkent.


Hvussu fara vit fram?

Hetta skal gerast í einum sáttmála við Danmark um felagsøkir og samstarv - altso einum sáttmála millum tveir javntsettar, suverenar partar. Á hesum grundarlagi kunnu vit samstarva við Danmark og onnur lond og taka lut sum sjálvstøðug tjóð í heimssamfelagnum.


?Vit skjóta upp at varðveita nøkur felagsøki við Danmark: kongshúsið, gjaldoyrað og eina skipan har føroyskir og danskir ríkisborgara hava javnbjóðis ríkisborgararættindi hvør hjá øðrum.

?Vit gera avtalur um skiftisskipanir, so vit sjálvi umsita rættarskipanina, uttanríkispolitikkin og onnur øki, sum danir umsita í dag.

?Vit gera avtalur við danir og onnur lond um samstarv á øðrum økjum: Í útbúgvingarmálum, heilsumálum, rættarmálum og uttanríkismálum.

?Vit gera avtalu um eina skiftistíð fyri at minka blokkstuðulin burtur yvir eitt áramál, so vit fáa eina tillagingartíð at menna nýggjar inntøkumøguleikar, at endurskoða føroyska samfelagið og byggja tað upp eftir føroyskum tørvi og loysnum.


Tann demokratiska leiðin

Bæði løgtingið og danskir myndugleikar skulu sjálvsagt góðkenna ein nýggjan sáttmála og hann skal eisini til fólkaatkvøðu í Føroyum. Somuleiðis skal uppskot til føroyska grundlóg gerast, og hon skal eisini til fólkaatkvøðu, tá løgtingið hevur samtykt hana.

Landsstýrið ger neyvar fyrireikingar, har allar avleiðingar verða lýstar og útgreinaðar, og lýst verður hvørji krøv vit mugu seta okkum fyri at umsita samfelagið sjálvi.

Talan er sostatt um eina skipaða gongd, har løgtingið viðger allar ætlanir, og har føroyska fólkið fær eitt neyvt grundarlag fyri at taka støðu til broytingarnar.


8 spurningar

Fullveldi snýr seg um grundleggjandi fólkaræði og ábyrgd. Tí haldi eg vit eiga at venda teimum vanligu spurningunum við og spyrja:

- Hví skulu føroyingar ikki hava alla ábyrgd og fult vald á landinum?

- Hví er tað ikki tað fólkið, sum býr og virkar her, ið skal taka støðu til framtíðina hjá landinum?

- Hví skulu føroyingar ikki á demokratiskan hátt sleppa at avgera sína egnu stjórnarskipan - at gera sína egnu grundlóg?

- Hví skal tað ikki vera ábyrgdin hjá okkum øllum í felag at gjalda fyri okkara eldru og okkara veiku og at gjalda fyri okkara útbúgvingarverk?

- Hví skulu vit gera hetta uppbýtið - at danski skattgjaldarin tryggjar okkara vælferðarskipan, og at tað skal vera frekt at tosa um at taka ábyrgdina sjálvi í eini skipaðari og demokratiskari gongd?

- Hvørja trygd hava vit fyri, at Danmark vil gjalda til føroyska samfelagið frameftir?

- Hví skulu vit ikki samstarva betur við Danmark frameftir, um vit verða javntsettir partar og vilja minka blokkstuðulin burtur?

- Og um tað ikki hevur týdning at hava fullveldi, hví er tað so týdningarmikið at Danmark hevur tað?


Byrjan til framtíðina

At fara undir at skipa Føroyar sum fullveldi er ikki ein spurningur um at enda nakra søgu. Tað er ein spurningur um at byrja eina søgu og at seta nakað í verk. Tað er ein spurningur um at seta sær nøkur felags mál og samskipa arbeiðið í hesum landinum útfrá egnum fortreytum. Tað er ein spurningur um at skapa eitt betri og meira rættvíst samfelag og at skapa eitt sjálvberandi samfelag.

Tað arbeiðið er ikki liðugt, hóast vit vinna á mál í tí formliga partinum við einum nýggjum sáttmála við Danmark og vit fáa egna grundlóg. Tað arbeiðið skal byrja nú og halda fram undir nýggjum kørmum og nýggjum fortreytum. Har nýggir møguleikar mugu troytast. Har orkan verður brúkt til at loysa teir trupulleikar sum standa fyri framman, og ikki til innanhýsis stríð um, hvat ikki ber til og hvussu vit kunnu fáa danska samfelagið at loysa okkara trupulleikar.

Tí eiga vit - tvørturum floksmørk - at kunna semjast um at leggja karmarnar um eitt sjálvstøðugt føroyskt samfelag. Eitt samfelag, har vit sjálvandi eisini fara at vera ósamd, um hvussu virðini skulu býtast og samfelagið skal skipast, og har tær ymsu politisku hugsjónirnar fara at fáa rúmd. Men lat okkum í felag leggja karmin og ikki fara niður á Christiansborg at stríðast um framtíðina.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður