Til minnis um Jógvan Lamhauge

Minningarorð

Góði abbi!

Eg var stødd í Havn, tá mamma ringdi og segði tey tungu boð. Sjálvt um vit fingu at vita tað kvøldið fyri, at tú ikki hevði tað so gott, so roknaði eg ikki við at tú fórt frá okkum.

Alt gekk so skjótt fyri seg. Tú fórt á hospitalið og stutt eftir sendur niður, har tú so endaði tínar dagar. Eg fekk líka heilsa upp á teg í ambulancanum í Vestmanna, áðrenn tú fórt, eg bað um at tað ikki fór at verða síðstu ferð.

Tá vit manglaðu fart, ringdu vit sum oftast eftir tær. Síðsti langi biltúrurin hjá tær var sjálvandi eftir mær. Eg var stødd í Havn og var ov sein til bussin. Tað var fríggjakvøld mitt í gekkatíð, so tað var ikki nemt at fáa nakran eftir mær, men enn einaferð vart tú klárur at hjálpa mær og komst beinanvegin eftir mær.

Tú vart sera fittur í hondunum. Tú gjørdi okkum nógv borð, sengur og tílíkt, men tað vit fara at sakna mest, er tín kærleiki og umsorgan, sum tú vísti okkum.

Til seinast vil eg takka tær fyri alt tað tú vart fyri okkum. Ein lítil heilsan til ommu, Jesus pápi veri hjá tær og gevi tær styrki, einaferð skulu tit møtast aftur.

Hvíl í friði.


Abbadótturin Vár