Um at rópa veruleikan burtur

   

Hvør tekur avleiðingarnar, um búskaparliga »ætlanin« kiksar?

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum greiðir í Dimmalætting leygardagin í nøkrum yvirskriftum frá sínum fullveldisætlanum, og tøkk skal hann hava fyri tað.

Lat tað verða sagt beinanvegin, at sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum er tað hansara fulli rættur at koma við eini fullveldisætlan.

Men tað er ikki nakar sjálvsagdur rættur, at binda eitt heilt fólk niður til eina so óvissa framtíð sum talan er um her.

Í einum broti um blokkstuðulin sigur landsstýrismaðurin soleiðis:

»Vit gera avtalu um eina skiftistíð fyri at minka blokkstuðulin burtur yvir eitt áramál, so vit fáa eina tillagingartíð at menna nýggjar inntøkumøguleikar, at endurskoða føroyska samfelagið og byggja tað upp eftir føroyskum tørvi og loysnum«.


Hvat forðar okkum í at

menna og tillaga

samfelagið í dag?

Tað er nógv vatn runniðí Dettifossi síðani 1918, og tí kundi eg hugsað mær at spurt landsstýrismannin, hví tað er so avgerandi neyðugt fyri hann at gera eina bindandi og endaliga avtalu við danir um at minka blokkstuðulin yvir eitt áramál áðrenn samgongan hevur nakað sum helst ítøkiligt uttan innantóm orð at vísa á viðvíkjandi alternativum inntøkumøguleikum og tillaging av samfelagnum eftir »føroyskum tørvi og loysnum«!

Eina bindandi avtalu, sum landsstýrismaðurin sjálvur møguliga hvørki sum politikari ella veljari kann taka avleiðingarnar av, tá henda avtala einferð gerst veruleiki.

Eina bindandi avtalu, sum Føroya fólk og løgtingið skal tvingast til at atkvøða um, áðrenn tey kenna avleiðingarnar av hvat ein slík atkvøðugreiðsla í veruleikanum inniber.

Eina bindandi avtalu, sum okkara eftirkomarar skulu merkja gleðiligu ella syrgiligu avleiðingarnar av, og í minni mun vit, sum skulu taka avgerðina.

Tí hvussu kunnu serfrøðingar rokna framtíðina út í einum slíkum máli?

Tað er ilt at skilja, hvussu ein demokratiskt sinnaður landsstýrismaður vil átaka sær tað vald, at biðja um eina heimild til at binda sínar eftirkomarar so langt inn í framtíðina, tá tað als ikki er neyðugt.

Tað kundi verið áhugavert at fingið at vitað, hvat tað er í núverandi skipan, sum forðar sitandi samgongu í at smoyggja upp um ermar og skapa karmar fyri nýggjum inntøkumøguleikum og byggja samfelagið upp eftir føroyskum tørvi og loysnum?


4 ár at skapa ávegis

inntøkukarmar

og tillaga

Sitandi samgonga hevur 4 ár at seta skjøtil á og fara til verka. Alt Føroya fólk hevði eftir míni bestu sannføring verið nógv glaðari, um samgongan kundi víst okkum í verki, hvussu nógv frælsari og betri vit fáa tað persónliga og sum samfelag, um vit ávegis kundu sæð sitandi samgongu ment karmarnar fyri øktum inntøkumøguleikum, og bygt samfelagið upp eftir føroyskum tørvi og loysnum.

Og tað hevði verið besti heilivágur ímóti ræðu kampanjum.

Tað má vera tann mest demokratiska og ítøkiliga prosessin, sum einhvør borgari kann fyrihalda seg til, tí tá kenna vit avleiðingarnar hvørjar tær so enn eru, og harvið verður grundarlagið fyri at gera eitt virðiligt val, sum ikki rópar veruleikan burtur, til staðar.


Jákup Fróði Djurhuus