um at syrgja fyri, at alt gongur rætt og sømiliga fyri seg, og tað verður gjørt við at formaðurin og formansskapurin syrgja fyri, at vanligu mannagongdirnar verða hildnar í hevd, samstundis sum at arbeitt [...] góðar, sum tað ber til. Eg skilji væl, at tað skal ikki bera til at broyta tingskipanina í tíð og ótíð, men eg haldi kortini, at tað er ólagaligt, at ein broyting, sum tað í formansskapinum og í løgtinginum [...] síðstu viku umrøddu vit ætlanirnar um at hækka lønirnar hjá løgtingsmonnum, og vit nevndu eisini, at tað verður bøtt um fysisku karmarnar, og at teldan fer at verða meiri nýtt, enn hon hevur verið higartil
stóra týdningin tað hevur at vera á staðnum fyri at kunna fyrireika seg best til eitt komandi útbjóðingarumfar. Eisini helt hann fyri, at tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at tað verður eitt tætt [...] tíðliga at lata eina skrivstovu upp, bæði áðrenn eina lisensrundu og áðrenn fyrstu boringina? -Nei tað er tað ikki. Tað tekur tíð at byggja upp eitt samarbeiði millum fólk. Okkara máti er ikki at koma til [...] økinum. -Er tað so, at oljuprísurin ikki hækkar aftur í bræði, og at tær boringar, sum eru vestan fyri Hetland og nær markinum, ikki geva nakað úrslit, so kann vandi vera fyri, at oljufeløg fara at kenna seg
Spennandi var hjá børnunum at eygleiða tað, sum fór fram á pallinum. Tey smáu vóru eitt sindur bangin við hvørt, og ístaðin fyri at geva seg til kennist, sótu tey púra kúrr, til tað ógvusliga varð farið framvið [...] framvið. Barnaleikurin er ógvuliga stuttligur. Tað, sum tey smærru børnini halda vera ógvusligt, halda tey størru børnini og tey tilkomnu, verða ógvuliga stuttligt. Øll stuttleikaðu sære tí óført, teir [...] leikararnir Súsanna Tórgarð og Katarina Nolsøe hava skrivað og framføra, hevur Hans Tórgarð leikstjórnað. Hann er um tvey fólk, sum flyta inn í eina íbúð. Tey vita ikki av hvør øðrum, og hvørgin vil flyta út
borðinum, og so mugu vit vóna, at bókin verður brúkt, og at tað fer at síggjast og hoyrast, at hon verður brúkt. Ikki minst í fjølmiðlunum og í skúlanum. Tað kostar at ogna sær orðabókina, og kommunurnar [...] SPURNINGAR um nýggj orð og nýggjar vend-ingar stinga seg alla tíðina upp, og tað er væl, at taðeru ymiskar áskoðanir, og at tað framvegis verður tosað og mett um, hvat er gott føroyskt mál, og hvat er málspilla [...] alment løgd fram, fer at verða minst aftur á. Tað er upplagt, at tey, sum í framtíðini fara at búleikast her, fara at minnast 24. juli 1998 og móðirmálsorðabókina sum nakað serstakt og søguligt. VIT royna
stuttligari at geva dansinum eitt persónligt innihald, eitt nú við at lýsa kenslur og rørslur, so sum tey ungu kenna tað í dag. Dansurin sigur frá ymsum fyribrøgdum. Ein er um stríðið millum gott og ónt, annar [...] børn og hálvvaksin eftir Spice Girls, men tað halda íslendsku dansarnir ikki vera so stuttligt, av tí at tað bert er ein endurgeving av tí, sum kendi bretski dansibólkurin framførir. Tey halda tað vera [...] aldursbólkinum 12 til 20 ár. Hetta er ein partur av arbeiðinum og trúarlæruna hjá Bahá¹i, men tað er ikki neyðugt at hoyra til felagsskapin, fyri at vera við í dansinum. Hetta er bert eitt slag av verkætlanum
orð ella verða var við okkurt brek ella lýti, verða vinaliga biðin at siga til sín. Eg takki feløgum mínum í ritstjórnini fyri gott samstarv. Tað er vón okkara, at henda orðbók kemur at gagni og verður nýtiligt [...] orðabókini frá 1961 og eykabind hennara frá 1974. Nógv er hent í føroyskum máli síðan tá, og nú var so fyri neyðini, at tað eydnaðist at útvega Føroya fólki orðabók, sum vónandi fer at roynast góð hjálp [...] besta yndi at frætta av orðum. Jú, verfaðirin plagdi at taka til eitt orð, og tað var ternudimmi! Tað var sagt um eina stutta stund, tí tá ið ternan var her, var dimmið stutt. ?Hatta klárar ikki at vaka eitt
fyri skúla- og mentamál og sum lærari haldi eg tað vera stak forvitnisligt og spennandi (hugspennandi?) at blaða í hesm nýggja verki, og neyvan taki eg ov rívliga til, um eg sigi, at tað man hava verið [...] nú er komin út, og tøkk fái tey fyri tað. Eg havi tó, nú høvið býðst, serstakliga hug at draga fram professaran og málvinin Jóhan Hendrik Winther Poulsen og takka honum fyri tað miðvísa og hegniga arbeiði [...] málrøkt sum heild. Eisini má sigast, at hon kemur í tøkum tíma, tí trýstið á føroyskt veksur í stórum í hesum teldu- og sjónvarpstíðum, og lítið er at ivast í, at trýstið fer at vaksa uppaftur meir, um olja
Ómøguligt er at síggja ella fata, at t.d. Tjóðveldisflokkurin klárar tað. Vit spyrja og spyrja. Ein rímuligan og skilagóðan spurning. Ræðumynd Einasta vit fáa at vita er, at vit koma við ræðumyndum. Og tað er onki [...] spart innan t.d. heilsuverk og skúlaverk, at her kann ikki sparast meira, uttan at skúlar og sjúkrahús t.d. verða niðurløgd. Og hvat skulu tey gera, ið verða uppsøgd? Flyta av landinum? Er hetta ein ræðumynd [...] vil gera tað hann er førur fyri, at slíkt ikki endurtekur seg. Vit vita í dag, hvat vit hava. Og Føroya fólk hevur krav uppá at vita hvat ið fer at koma, íroknað rokningina, ið skattgjaldarin og vinnan ikki
soleiðis hevur tað verið ígjøgnum øldir. Sagt verður, at vit eru væl fyri fíggjarliga, her gongur alt sera væl, nýggir grasvøllir verða rullaðir út til at spæla á, tað sær alt sera gott út fyri tað yngra ættarliðið [...] øll tey gyltu lyfti, og dagurin hjá teim gomlu gerst alt longri og myrkari, nú summarið svinnur burtur. Og tó ein uggi hjá teim gomlu kann møguliga vera at stytta sær stundir við at hyggja í ta nýggju [...] orðabókina, nú kvøldini fara at gerast longri, men hjá teimum, sum hava mist sjónina uppá tilveruna, er neyvan stór hjálp at heimta úr hesum vala verki. Har verður tað nokk tann hjálpandi hondin, sum telur
Hvalvík, og við bjargingarvestum á sluppu børnini saman við vaksnum fólki umborð ein túr uppá 45 minuttir. Tey royndu bæði at rógva og at sigla við segli. - Børnini dámdu ótrúliga væl at sigla, og tað var eisini [...] býtt børnini í tvey, soleiðis at yngru børnini hava verið fyri seg og tey eldru fyri seg. Hetta ger tað nógv lættari at hava bíbliutímarnar, og tímarnir eru á ein slíkan hátt, at teir hóska seg betri til tann [...] stórur. Tey ynsktu eru í 2. flokki og tey elstu í 7. flokki. Ikki er altíð so lætt í øllum at gera tað sama við øllum hesum børnunum, men leiðararnir halda kortini, at tað hevur gingið hampuliga væl. Tá ið