Henda síðsta barnalegan í Leguhúsinum í Nesvík endaði í gjár, og tá kundu tey 100 troyttu børnini fara heim og siga foreldrunum frá øllum teimum nýggju vinunum ymsastaðni um landið, tey høvdu fingið. Samstundis fóru eisini leiðarir, kokkar og hjálpararfólk - umleið 40 í tali - heim, eftir at tey høvdu ruddað upp eftir seg.
Fjallanøvn
- Vit hava havt sera nógv ymiskt virksemi í gongd, og eg haldi børnini hava dámt sera væl, sigur Frits.
So nógv hevur verið á skránni, at til dømis tann annars fasta fótbóltskappingin millum teir ymisku bólkarnar, varð tikin av skránni fyri at fáa pláss fyri øllum øðrum virksemi. Ikki soleiðis, børnini hava fingið loyvið at spælt fleiri fótbóltsdystir í fríløtunum, men tað hevur ikki beinleiðis verið við í nakrari fyriskipaðari kapping.
Virksemi av øðrum slag hevur verið nógv. Tað hevur verið brotssparkskapping, súkklukapping, postakappingar og onnur sløg av kappingum. Børnini hava verið býtt upp í 10 bólkar. Ístaðin fyri at geva bólkunum bíbilsk nøvn, varð hesuferð valt at geva bólkunum nøvn á fjøllum í Føroyum. Tey hægstu fjøllini á nýggju oyggjum. Gráfelli, sum næsthægsta fjall í Føroyum slapp eisini við, og vóru tað sostatt tvey fjøll í Eysturoy.
Sigldu við »Dvørgarmoy«
Øll børnini hava eisini riðið hest - nakað sum teimum hevur dámað sera væl. Í ítrivinum hava tey ymsar lutir. Millum annað hava børnini brent í ein træstubba orðini »Jesus tendraði mítt ljós« og eina mynd av einum staka við einum ljósi á. Onkur túrur var eisini á skránni eins og eitt kvøld grillaðu tey pylsur uttanfyri Leguhúsið.
Sum nakað eyka á hesi leguni sluppu børnini eisini at sigla ein túr við nýggja føroysktbygda bátinum »Dvørgarmoy«. Báturin sigldi út frá Hvalvík, og við bjargingarvestum á sluppu børnini saman við vaksnum fólki umborð ein túr uppá 45 minuttir. Tey royndu bæði at rógva og at sigla við segli.
- Børnini dámdu ótrúliga væl at sigla, og tað var eisini við til at gera leguna so væleydnaða, sigur Frits. Hetta var nýtt og eitt tað mest spennandi á allari leguni.
Fimm fóru heim
Men hóast legan eydnaðist væl fyri tey allarflestu børnini, so vóru tað kortini nøkur børn sum longdust.
- Nøkur børn longdust longu fyrsta dagin, og tað endaði við at tey fóru heim. Eisini gjørdist onkur børn sjúk, og fóru heim. Íalt fóru fimm børn av leguni.
Stórur aldursmunur
Aldursmunurin á børnunum er rættiliga stórur. Tey ynsktu eru í 2. flokki og tey elstu í 7. flokki. Ikki er altíð so lætt í øllum at gera tað sama við øllum hesum børnunum, men leiðararnir halda kortini, at tað hevur gingið hampuliga væl. Tá ið bíbliutímarnir hava verið, hava tey býtt børnini í tvey, soleiðis at yngru børnini hava verið fyri seg og tey eldru fyri seg. Hetta ger tað nógv lættari at hava bíbliutímarnar, og tímarnir eru á ein slíkan hátt, at teir hóska seg betri til tann ávísa aldursbólkin.
Tað var ikki bara stórur aldursmunur á børnunum á leguni. Geografiskt vóru tey eisini væl spjadd um alt Føroyar. Av tí sama var heldur ikki eitt hugnakvøld fyri foreldrunum, tí rættiliga nógv høvdu ikki møguleika at koma. Ístaðin var eitt hugnakvøld bara fyri luttakarunum.
Dámar væl
at koma aftur
Sum ein royndur leguleiðari heldur Frits, at legan hevur gingið væl.
- Onkur órólig børn hava verið uppí, sum vit hava havt eitt sindur av trupulleikum av, men annars hevur alt gingið sera væl í hond.
Frits veit, hvat hann tosar um. Tær flestu ferðirnar, hann hevur verið leiðari, hevur nevnliga verið á Kambsdali. Hesi seinnu árini hevur hann verið í Nesvík, men eisini í Nólsoy og Dali. Flestu av hjálparfólkunum hjá Frits eru Skálafólk, men eisini fólk aðrastaðni frá eru við.
- Legurnar her í Nesvík eru nógv størri, og tí ber heldur ikki til at fáa sama nærsambandið við børnini sum á legum aðrastaðni. Leiðararnir fyri hvørt kamar fáa tó rættiliga gott samband við børnini á hvørjum einstøkum kamari.
- Annars haldi eg, at her í Nesvík eru nógv fleiri møguleikar at gera meir burturúr legunum, sum ikki ber til, tá ið ein bara er á einum skúla. Eg haldi eisini, at børnini eru nakað róligari á legunum í Nesvík, sjálvt um tey eru nógv fleiri.
Hóast Frits hevur verið leiðari á nógvum summarlegum, er hann ikki troyttur av tí enn.
- Tá ið okkara børn vóru yngri, vóru tey altíð við á legu. Mær hevur eisini dámað væl at verið á summarlegu, og eg kenni eisini eina ábyrgd fyri legunum. Hetta er eitt so týðandi arbeiði og so góður møguleiki at læra børnini um Jesus, sigur Frits.