Tvær dystir vóru í Atlantic Airways deildini í dag. Kyndil vann 25-23 á VÌF í Vestmanna, og StÍF vann 24-16 á Neistanum í Havn. Í práti við Hilmar Jan Hansen fegnaðist kyndlavenjarin, Bárður Johannesen [...] gjørdu við Levi Nybo hjá StÌF og Mikkjal Hansen hjá Neistanum, sum vóru tveir brandar í málunum hjá sínum liðum í dag.
Í kvøld, 12. mars klokkan 20, verður fyrilestur um K. O. Viderø og ritverk hansara í Vestmanna kirkju. Fyrilesturin snýr seg um tvídráttin millum øðrumegin at vilja vera prestur og hinumegin vilja vera [...] ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum: Eg lúki eygunum aftur... eg finni til einkis, eri einans á ferð - - - inn í sólina sjálva. Tað bar sjálvsagt illa til [...] mundi enda galið. Men eftir Viderø liggja sjey bind við ferðafrásagnum. Bergur Djurhuus Hansen, sum í løtuni skrivar Ph.D.-ritgerð um K.O. Viderø, heldur fyrilesturin.
Í kvøld klokkan 20 letur ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju. Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, ið sýnir fram. Dánjal Petur Højgaard fer at siga nøkur orð um listakvinnuna. Í sambandi við list [...] kaffimuður verður einsini at fáa. Um verkini hjá Astrid Andreasen kann sigast, at tey hava røtur í fólksligu listini í Føroyum, eini siðvenju, ið byggir á einfeldni og fáar staklutir, men hóast hetta eru fleiri [...] røðir av frímerkjum. Umframt hetta hevur hon eisini gjørt altartalvuna, Lívsins træ (2005) til Vestmanna kirkju.
Bygma Balslev seg í finaluna, og núðstani í dag, 20. mai var hin hálvfinalan, har SPEKT og TRYGD møttust. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hálvfinaluna millum SPEKT og TRYGD. Finalan í Firmakappingini [...] klokkan 14.15. Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri [...] fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
tá SPEKT og Bygma Balslev møttust í finaluni í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 fyrr í dag. Liðini fingu seks spurningar í part, og tað var ikki fyrrenn í tí 12. og seinasta spurninginum, at [...] vann Firmakappingina í 2020. Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff [...] "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
Í kvøld fer Rás2 í holt við at siga frá hondbólti, og sagt verður frá trimum dystum í kvøld. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá trimum dystum í kvøld. Sagt verður frá VÍF-Neistin, kvinnur klokkan [...] klokkan 18.30, og frá VÍF-Neistin, menn, báðir dystirnir verða spældir í Vestmanna. Sagt verður eisini frá KÍF-H71, menn í Kollafirði. Báðir mansdystirnir byrja klokkan 20. Øll kunnu lurta við eftir dysta
Listaframsýningin letur upp í Sirkusi í Vágsbotni í Havn í kvøld klokkan 20. Talan er um frumframsýning hjá ungu listakvinnuni Kirstin Helgadóttir úr Vestmanna. Kirstin hevur fingist við list seinastu [...] seinastu fýra árini og flytir seinni í ár til London at lesa grafiskt design. Í byrjanini var listin at rokna sum ítriv, men seinasta árið hevur Kirstin arbeitt meira miðvíst við sínari list. Á framsýniningi ber
Í dag byrjar NM í talvi fyri ung, sum hesuferð verður telvað í Vasterås í Svøríki. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum og klárt er at byrja NM-orrustuna 2010. Í kappingini um Norðurlendsku me [...] Føroyum, Danmark, Svøríki, Íslandi, Finlandi og Noregi. Kappast verður í 5 aldursbólkum: U20, U16, U14, U12 og U10. Føroysku umboðini í kappingini eru Rógvi Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Margar Berg [...] og Heðin Gregersen, brøður úr Klaksvík, Høgni Egilstoft Nielsen (FM), Sandavágur, Aldred Olsen, Vestmanna, Eli W. Finnsson, (FM), Tórshavn, Janus Skaale, Klaksvík
31. januar í ár skrivaði SEV undir treytaðan sáttmála við týska vindmylluframleiðaran ENERCON. Avtalað er, at tríggjar 900 kW myllur koma til landið og verða uppsettar í Neshaga í august í ár. [...] SEV fær nú framleiðsluloyvi til nýggjar vindmyllur, sum skulu setast upp í Neshaga. Eitt drúgt kærumál frá Røkt í Vestmanna er nú liðugt, og hevur Vinnukærunevndin staðfest avgerðina hjá Elveitingaref
Føroya Lærarafelags, sum var seinnapartin í dag. Eittans evni var á skránni, og tað var val av formanni og tiltakslimum. Páll Poulsen, virkandi formaður síðan í juni, og Herálvur Jacobsen, nevndarlimur [...] tí hann var skotin upp áðrenn freistina. Eftir at freistin var úti, vórðu Augusta Petersen úr Vestmanna skúla og Annbritt Toftagaard úr Miðvágs-Sandavágs skúla skotnar upp. Augusta Petersen varð vald