Í kvøld fer Rás2 í holt við at siga frá hondbólti, og sagt verður frá trimum dystum í kvøld.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá trimum dystum í kvøld. Sagt verður frá VÍF-Neistin, kvinnur klokkan 18.30, og frá VÍF-Neistin, menn, báðir dystirnir verða spældir í Vestmanna. Sagt verður eisini frá KÍF-H71, menn í Kollafirði. Báðir mansdystirnir byrja klokkan 20.
Øll kunnu lurta við eftir dystarfrásøgnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.
Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo aftaná dystirnar.