Í kvøld, 12. mars klokkan 20, verður fyrilestur um K. O. Viderø og ritverk hansara í Vestmanna kirkju.
Fyrilesturin snýr seg um tvídráttin millum øðrumegin at vilja vera prestur og hinumegin vilja vera frælsur rithøvundur á ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum:
Eg lúki eygunum aftur... eg finni til einkis, eri einans á ferð - - - inn í sólina sjálva.
Tað bar sjálvsagt illa til, heilt illa, og tað mundi enda galið. Men eftir Viderø liggja sjey bind við ferðafrásagnum.
Bergur Djurhuus Hansen, sum í løtuni skrivar Ph.D.-ritgerð um K.O. Viderø, heldur fyrilesturin.