Í kvøld klokkan 20 letur ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju. Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, ið sýnir fram. Dánjal Petur Højgaard fer at siga nøkur orð um listakvinnuna.
Í sambandi við listaframsýningina syngja og spæla Hjalti Joensen, Marita Joensen og Jonni D. Hansen. Ein kaffimuður verður einsini at fáa.
Um verkini hjá Astrid Andreasen kann sigast, at tey hava røtur í fólksligu listini í Føroyum, eini siðvenju, ið byggir á einfeldni og fáar staklutir, men hóast hetta eru fleiri av samanseymaðu myndateppunum prýdd við mýtiskum innihaldi.
Astrid Andreasen hevur myndprýtt fleiri barnabøkur, skúlabøkur og røðir av frímerkjum. Umframt hetta hevur hon eisini gjørt altartalvuna, Lívsins træ (2005) til Vestmanna kirkju.










