Prát: Atlantic Airways Deildin í dag

Aftaná dystin, sum KÍF vann 29-21 á H71 á heimavølli í høllini í Kollafirði fekk Tróndur Arge orðið á venjararnar, Jakob Jónsson hjá KÍF og Petur Mittún hjá H71.

 

KÍF-venjarin var nøgdur við samlaða úrslitið, men hann harmaðist um, at liðið hjá honum mundi blakað eina trygga leiðslu fyri borð. Petur Mittún harmaðist tapið, men fegnaðist um, at liðið hjá honum mundi innheintað eina 9 máls leiðslu.

 

Á Skála var satt drama, tá StÍF og Kyndil leiktu javnleik 22-22. Kyndil var leingi á odda við fleiri málum, men fór í svart ta seinastu løtuna.

 

Málverjin hjá StÍF, Levi Nybo fegnaðist um, at tað eydnaðist teimum at fáa eitt stig, men hann viðgekk, at leikliga sá tað ikki gott út stórar partar av dystinum. Frank Askildsen hjá Kyndli harmaðist stórliga um, at teir lorkaðu burtur eina so trygga leiðslu.

 

Tað ber til at hoyra prátini við Jakob Jónsson, Petur Mittún, Levi Nybo og Frank Askildsen undir greinini, har tað eisini ber til at hoyra eitt stutt brot av tí fyrsta landskappingardystinum í hondbólti, sum Rás2 segði frá. Tróndur Arge og Birgir Hansen søgdu frá dystinum millum KÍF og H71 í dag.