##med2##
Tað gjørdist talan um ein sannan gysara tá SPEKT og Bygma Balslev møttust í finaluni í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 fyrr í dag.
Liðini fingu seks spurningar í part, og tað var ikki fyrrenn í tí 12. og seinasta spurninginum, at avgerðin fall.
Liðskipari hjá SPEKT var Annfinn Simonsen, og Niels Kristian Lisberg var liðskipari hjá Bygma Balslev.
LURTA á ljóðfíluni omanfyri og hoyr hvør vann Firmakappingina í 2020.
Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.