Kirstin Helgadóttir sýnir fram í Sirkus

Listaframsýningin letur upp í Sirkusi í Vágsbotni í Havn í kvøld klokkan 20.

 

Talan er um frumframsýning hjá ungu listakvinnuni Kirstin Helgadóttir úr Vestmanna. Kirstin hevur fingist við list seinastu fýra árini og flytir seinni í ár til London at lesa grafiskt design. Í byrjanini var listin at rokna sum ítriv, men seinasta árið hevur Kirstin arbeitt meira miðvíst við sínari list.

 

Á framsýniningi ber til at síggja eitt úrval av akrýl- og vatnlitsmyndum og kol- og blýantstekningum frá tveimum seinastu árunum. Myndevni, ið Kirstin granskar, fevna um tað surrealistiska, umframt granskan av menniskjalikaminum.

 

Framsýningin heldur fram til fríggjadagin.

 

Fleiri verk hjá Kirstin liggja á hennara heimasíðu <http://www.kirstinhelgadottir.carbonmade.com/>