SEV fær nú framleiðsluloyvi til nýggjar vindmyllur, sum skulu setast upp í Neshaga.
Eitt drúgt kærumál frá Røkt í Vestmanna er nú liðugt, og hevur Vinnukærunevndin staðfest avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum, nú Jarðfeingi, um at SEV var vinnari av fyrsta vindútboði gjørt sambært nýggju elveitingarlógini.
Vit fegnast um, at kærumálið er liðugt og síggja við spenningi fram til at seta upp nýggju vindmyllurnar sum skjótast, sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV.
Tann 31. januar í ár skrivaði SEV undir treytaðan sáttmála við týska vindmylluframleiðaran ENERCON. Avtalað er, at tríggjar 900 kW myllur koma til landið og verða uppsettar í Neshaga í august í ár.