tey. Tað vil siga, at skaddir fiskimenn eru eitt tilfongi hjá teimum. Fyri mær sær tað út til, at tað eisini er ein stórur áhugi millum hesar bólkar, at skaddir fiskimenn ikki fáa høvi at reisa seg aftur [...] verða tí, at tað eru lætt forvunnir pengar at halda fólki niðri. Um tey fáa høvi at reisa seg aftur, kunnu hesi fólk gerast arbeiðsleys. Almennir stovnar forfylgja fiskimonnum Vit eiga í stundini at gera upp [...] Mannarættindisstríðsmaður, Toftir Nú eigur fiskimaðurin at krevja sín rætt sum borgari í Føroyum. Ein uppgerð eigur í stundini at verða gjørd við ALS. Tað at fiskimaðurin ikki fær úr ALS, eins og aðrir borgarar
venjarin alt fyri eitt, at hann helt seg hava møguleikar at tilføra liðnum nakað nýtt, eins og hann alt fyri eitt staðfesti, at tað var hansara ynski, at John Petersen varð knýttur at landsliðnum,. - Eg havi [...] hvørjar broytingar hann fyrst og fremst fer at leggja seg eftir. - Við tað, at talan nú er um ein føroyskan venjara, er væl ikki annað enn náttúrligt, at eg komi at hava eitt tættari samband við venjararnar [...] nevnast: At Súni Olsen verður fluttur á miðvøllin, og at nýggjur vinstri bakkur tí skal finnast. At Johan Troest Davidsen og Christian Restorff Mouritsen verða slúsaðir inn í landsliðshópin. At servenjingar
og vit mettu, at hann serliga í høvuðspælinum fór at vera góður ímóti Skála, og tað vísti seg so at halda. So vit kunnu siga, at tað var held í óheld, sum tað plagar at verða tikið til, at Bartal var á [...] eydnaðist. Men hvussu bar tað til, at søgan fríggjadagin var, at Bartal skuldi av landinum, og at hann kortini spældi á Skála. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Bartali fyrrapartin í gjár, men ÍF venjarin, Petur [...] aftur, at hann royndi at lumpa kollegaðan og vinmannin Johan Nielsen, sum hevur ábyrgdina av Skála: - Ætlanin var, at Bartal skuldi av landinum. Men eftir venjingina fríggjakvøldið vísti tað seg, at sjúka
fleiri ár við at bora slíkar brunnar. Tað er greitt, at umrøddu brunnar fara eisini at geva nógvar týðandi upplýsingar um møguleikarnar at finna olju okkara megin markið. Teir kunnu koma at vera ein katalysator [...] veruleikanum koma at skunda undir leiting við Føroyar. Havandi hetta í huga skulu vit eisini minnast til, at oljusamtøk við Statoil, BP og Amerada Hess sum fyristøðufeløgunum í 2006 og 07 fara at bora brunnar [...] brunnar á basaltinum. Tað er tí rætt at siga, at vit komandi tvey árini fara at síggja eina spennandi tilgongd á landgrunninum, sum vónandi kann enda við fleiri oljufundum. Sosialurin Góða eydnu Dagurin í dag
vit at útheiminum, so hava framkomin lond langt síðan viðurkent, at her liggur ein tíðandi lykil til framtíðina.Tað verður ført fram, at útbúgving og vitan eru avgerandi fyri, hvussu vit megna at møta [...] fyritreyt fyri, at hesin partur av visjónini gerst veruleiki, er, at vit politikarar, lærarar, foreldur og myndugleikar hava sama mál. Tað mál, at hvørt barn og hvør ungdómur skal sleppa at menna eginleikar [...] til fulnar. Málini her eru: at allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsútbúgving, at allir ungdómar fáa eina
løgtingsformaðurin at fegnast um og eggja til, at fólk tora at siga sína hugsan uttan at verða forfylgd og køvd av politikarum, ið fáa løn fyri at siga sína meining. Uppaftur verri er tað, at løgtingsformaðurin [...] atkvøðan greitt ímóti. Tey, ið hava áhuga fyri at fáa sannleikan at vita um hetta mál, kunnu fara á heimasíðu Løgtingsins ella venda sær til Løgtingið at hyggja at løgtingsmáli nr. 73/1998 - og biða um eitt [...] erliga standa fram og tora at siga sína hugsan um samfelagsviðurskiftir og politiskar raðfestingar í Føroyum. Hesir bæði duga og tora tíbetur at svara fyri seg, og eg fari ikki at leggja meg út í innihaldið
miðskeiðis í sjeytiárunum, eftir at hava búleikast í Danmark í nøkur ár. Tað var, tá ið Heri Mortensen varð stjóri á flakavirkinum á Tvøroyri í 1977, at teir rættiliga komu at kennast og síðani tá hava teir [...] tað fór ikki ein merkisdagur framvið uttan at tað kom ein heilsan frá Atla Dam. ? Eg havi eina kenslu av, at vit báðir høvdu sera góða ávirkan á hvønn annan og at vit onkusvegna fingu tað besta upp í hvørjum [...] tá ið vit vóru saman um eitthvørt. Heri Mortensen sigur, at hóast tað segðist, at Atli Dam onkuntíð kundi øsa seg upp, so er ongin ivi um, at hann innast inni var ein ógvuliga kensluborin og í honum bankaði
Hann vísir á, at sonevnda booking-modulið fer at gera tað møguligt - umvegis skipanina - at bíleggja tíðir til eitt nú ambulanta viðger og ymiskar kanningar. Somuleiðis fer ein kommunulækni at kunna bíleggja [...] skipanini skal uppliva, at hann hevur við eitt heilsuverk at gera sum hongur saman. - Hetta raðfesta vit høgt í okkara arbeiði við THS-skipanini, sigur hann. Projektleiðarin leggur dent á, at sjúklingurin skal [...] merkja, at heilsuverkið hongur saman ? bæði innanhýsis á sjúkrahúsinum, millum sjúkrahúsini og eisini millum kommunulæknar og sjúkrahúsini. - Í praksis merkir hetta, at sjúklingurin ? í staðin fyri at hava
ikki havt teir heilt stóru møguleikarnar at sæð allar leikararnar í Føroyum, og tí hava teir valt at skipa fyri eini kapping annan jóladag, har fýra lið fara at taka lut. Landsliðsvenjararnir, Birgir Hansen [...] liðini vera tvey úrvalslið, sum sosialurin fer at taka út. Birgir Hansen sigur, at teir vilja gjarna síggja allar leikararnar í dysti, og tí hava teir valt at skipa fyri hesi kapping. - Hondbóltskappingin [...] teir heilt stóru møguleikarnar at savna leikararnar til landsliðsvenjing. Tí hildu vit, at ein kapping annan jóladag hevði komið væl við. Nú fáa vit góðar møguleikar at síggja allar leikararnar í dysti
ynskt, at høvi var eitt annað. Orsøkin til at eg taki til orðanna er grein í Sosialinum av Rolf Guttesen, sum nýtir eina yvirskrivt til at niðurgera Jóannes Patursson. Fyrst av øllum er at siga, at Anja [...] førum er tað ein heiður at vera konservativur. Rolf endar við at siga, at »ríkiligt svass er skrivað um nationalismuna í Føroyum«. Ein skal vanda sær um orðini, so eg fari ikki at siga nakað um tað, sum [...] Anja Andersen helst hevur meint tað, at »tað hevði verið meira saft og kraft í at skriva um Jóannes Patursson«. Tað skerst jú ikki burtur, at høvuðsorsøkin til alla framgongd í Føroyum hevur verið sjálvstýris-