Bartal gjørdist høvuðsleikari

Um tað hevði gingið, sum tað var ætlað, so hevði høvuðstinni verjuspælarin ikki verið í Føroyum, tá ið ÍF stríddist á Skála, men ætlanirnar vórðu broyttar, og so átti Bartal stóran lut í, at ÍF varðveitti oddasessin

ODDALIÐIÐ

Tað er greitt, at Bartal Eliasen ikki verður við á Skála, tí hann skal av landinum. Tað var ein av søgunum í upptaktini fríggjakvøldið, og hóast skálamenn ynskja fuglfirðingum alt tað besta, so mundu teir einki hava ímóti at lesa ta søguna, tí teir roknaðu tað sum serliga styrki hjá ÍF, at teir ivaleyst vóru stinnari í luftspælinum, enn skálamenn vóru tað.
Soleiðis vísti tað seg eisini at vera í ódnarveðrinum. Høgni Zachariassen skoraði eitt mál við høvdinum, og tá ið nógv bendi á, at øll stigini skuldu enda á Skála, var Bartal Eliasen hægstur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin til innskifta veteranin Magna á Lakjuni, sum takkaði fyri og sendi bóltin í kassan til 3-3.
Tá hevði Bartal í roynd at javna til 3-3 verið eina løtu í fremstu røð. Tá Magni hevði skorað og tað aftur stóð á jøvnum, fór Bartal stunandi aftur í miðverjuna fyri at halda tørn, og tað eydnaðist.
Men hvussu bar tað til, at søgan fríggjadagin var, at Bartal skuldi av landinum, og at hann kortini spældi á Skála. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Bartali fyrrapartin í gjár, men ÍF venjarin, Petur Simonsen, vísir staðiliga aftur, at hann royndi at lumpa kollegaðan og vinmannin Johan Nielsen, sum hevur ábyrgdina av Skála:
- Ætlanin var, at Bartal skuldi av landinum. Men eftir venjingina fríggjakvøldið vísti tað seg, at sjúka var komin uppí. Soleiðis var tað eisini fyrrapartin leygardagin, og tá ið læknin hevði rátt Bartali og teimum frá at fara av landinum við dóttrini, sum hevði fepur, so settu vit sjálvandi Bartal á liðið. Har hevur hann orsaka av skaða ikki verið millum teir fyrstu fyrr í ár, men nú var hann komin í venjing, og vit mettu, at hann serliga í høvuðspælinum fór at vera góður ímóti Skála, og tað vísti seg so at halda. So vit kunnu siga, at tað var held í óheld, sum tað plagar at verða tikið til, at Bartal var á vøllinum á Skála, sigur Petur Simonsen.

Sær betri út
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum lá ÍF málverjin, Allan Joensen, flatur í illveðrinum á Skála. Tað sá álvarsligt út, og Allan varð skiftur út við Emil Toftegaard. Í ÍF leguni kvíddu teir fyri, at talan var um álvarsligan løst, sum kanska kundi halda Allani Joensen burtur frá fótbólti í fleiri vikur, men soleiðis vísti tað seg í gjár ikki at vera:
-Eg var bangin fyri óstbeininum, men tað sá eg heilt skjótt ikki var brotið. Allan hevði nógva pínu, og so hugsaði eg um møguleikan, at okkurt lítið bein í økslini var brotið. Tí var Allan í røntguni fyrrapartin mánadagin. Tíbetur vísti tað seg, at einki var brotið. Um økslin hevur verið úr lið, so var hon komin upp á pláss aftur. Allan hevur gott mót um, at hann verður førur fyri at spæla ímóti B36, og tað vóna vit eisini, at hann verður, sigur Petur Simonsen.