Landsliðið í eldin annan jóladag

Stór hondbóltskapping verður í høllini á Hálsi annan jóladag, har landsliðsvenjararnir hava tikið út tvey lið, sum skulu leika ímóti tveimum úrvalsliðum, sum Sosialurin tekur út

Hondbóltur:


Fyri knøppum mánað síðani var hondbóltslandsliðið í Luksemburg, har teir leiktu tveir dystir ímóti landsliðnum hjá Luksemburg. Hetta vóru fyrstu dystirnir undir nýggju landsliðsvenjarunum.
 
Kapping á Hálsi
Undan dystunum ímóti Luksemburg høvdu landsliðsvenjararnir ikki havt teir heilt stóru møguleikarnar at sæð allar leikararnar í Føroyum, og tí hava teir valt at skipa fyri eini kapping annan jóladag, har fýra lið fara at taka lut.
Landsliðsvenjararnir, Birgir Hansen og Kári Nielsen, hava tikið út tvey lið, sum skulu við í kappingina, meðan hini bæði liðini vera tvey úrvalslið, sum sosialurin fer at taka út.
Birgir Hansen sigur, at teir vilja gjarna síggja allar leikararnar í dysti, og tí hava teir valt at skipa fyri hesi kapping.
- Hondbóltskappingin er sjálvandi longu løgd, og tí hava vit ikki teir heilt stóru møguleikarnar at savna leikararnar til landsliðsvenjing. Tí hildu vit, at ein kapping annan jóladag hevði komið væl við. Nú fáa vit góðar møguleikar at síggja allar leikararnar í dysti, samstundis sum aðrir leikarar eisini fáa møguleika at vísa sínar dygdir.
 
Venjingardystir eftir kappingarárið
Kappingin í høllini á Hálsi er bara fyrsti liður í eini venjingætlan hjá landsliðnum mkillum jóla og nýggjárs. Landsliðið fer nevniliga at hava tríggjar venjingar vikuskiftið 29. og 30. desember.
Í komandi ári ætla venjararnir eisini at savna landsliðið til fleiri venjingar, og her vera eisini onkrir dystir í væntu, sigur Birgir Hansen.
- Tað er ikki lætt hjá okkum at fáa venjingartíðir orsaka av øllum dystunum, sum eru á skránni. Ætlanin er tó at savna landsliðið nakrar ferðir fyrst í næsta ár. Harafturat vera tveir venjingardystir á skránni móti endanum av kappingarárinum, har vit antin møta ligalandsliðnum úr Íslandi ella U-landsliðnum. Hesir dystir liggja í løtuni í endanum av okkara kappingarári, men arbeitt verður við at flyta teir út í apríl mánað, soleiðis at teir ikki koma at ávirka endaspurtin í hondbóltinum.
 
Málið er HM-undankappingin
Arbeiði hjá landsliðnum er partur av eini langtíðarætlan, har meiningin er, at landsliðið skal vera við í HM-undankappingini, sum byrjar í januar 2008.
Birgir Hansen sigur, at leikararnr mugu byrja at halda seg í form alt árið.
- Tá ið hondbólturin er liðugur tíðliga á vári, so liggur venjingin still hjá flest øllum feløgum og leikarum. Vit halda tað vera umráðandi, at leikarar eisini halda seg í gongd í summarhálvuni, soleiðis at menn eru ordiliga klárir, tá hondbólturin fer í gongd aftur. Her haldi eg, at vit mugu fáa skipaða venjing av onkrum slag.
Landsliðsleikararnir hava eisini nógv annað at gleða seg til. Í november í næsta ár er ætlanin at hava enn tveir landsdystir á skránni. Hvat mótstøðuliðið verður, er ikki greitt enn. Harafturat ætla venjararnir at melda liðið til eina fýralandakappingí desember mánað í 2007. Henda kapping skal vera seinasta fyrireiking til HM-undakappingina, sum verður í januar. Her er heldur ikki greitt enn, hvørji lið fara at luttaka, men ætlanin hjá venjarunum er, at liðið skal møta landsliðum, sum eru heldur sterkari enn Føroyar, soleiðis at føroysku leikararnir fáa harðast møguliga mótstøðu undan HM-undankappingini.