Løgtingsformaðurin sigur ósatt og lækkar tign tingsins

Edmund Joensen var sjálvur við til at gera og leggja uppskotið fram um at hækka løgtingslønirnar, men sigur ósatt til tess at niðurgera hampafólk, ið siga sína hugsan alment

Høgni Hoydal

Løgtingsformaðurin Edmund Joensen er av ókendum orsøkum farin í eitt satt persónligt víggj mótvegis borgarum, ið erliga standa fram og tora at siga sína hugsan um samfelagsviðurskiftir og politiskar raðfestingar í Føroyum.
Hesir bæði duga og tora tíbetur at svara fyri seg, og eg fari ikki at leggja meg út í innihaldið í tí kjakinum.
Men tað er lítið virðiligt fyri ein løgtingsformann at nýta tey mest ódámligu amboðini, ið eyðkenna og drepa alt skilagott orðaskifti í Føroyum: At seta spjaldur á fólk, at leggja tey undir gerðirnar hjá ávísum politikarum og politiskum flokkum, at tala um tey niðrandi og leggja eftir persónum, heldur enn eftir innihaldinum.
Hetta er beinleiðis ósømiligt, og tá løgtingsformaðurin gongur á odda, so kann hetta bara lækka um tign tingsins millum fólk. Heldur átti løgtingsformaðurin at fegnast um og eggja til, at fólk tora at siga sína hugsan uttan at verða forfylgd og køvd av politikarum, ið fáa løn fyri at siga sína meining.
Uppaftur verri er tað, at løgtingsformaðurin nú í trimum blaðgreinum á rað hevur sagt beinleiðis ósatt fyri at niðurgera persónarnar, ið hann leggur eftir. Við ósannindum roynir hann at seta spjaldur á persónarnar og síðani at geva teimum ábyrgdina fyri eini illa umtóktari avgerð.
Løgtingsformaðurin endurtekur upp í saman: "at fullveldislandsstýrið byrjaði við at hækka sínar lønir"!
Tað er beinleiðis ósatt, og útsagnir Edmund Joensens eru ódámligt hykl.
Fullveldislandsstýrið hækkaði ikki sínar egnu lønir - ongin broyting varð í løn landsstýrismanna og landsstýrið hevði onki við uppskotið at gera.
Hinvegin hækkaði Løgtingið sínar egnu lønir, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælti beinleiðis frá, at samtykkja lønarhækkingina.
Tað var allur formansskapurin við tingmonnum úr øllum teimum stóru flokkunum, ið stóðu aftan fyri uppskotið um lønarhækking til tingfólk, hóast táverandi Løgtingsformaðurin tók og fekk alla ábyrgdina á seg.
Ein, sum stuðlaði og ar-beiddi við uppskotinum, men kortini valdi at atkvøða ímóti, tá hann var vísur í at meiriluti fekst, var sjálvur Edmund Joensen, sum var limur í formansskapinum. Formansskapurin við Edmundi Joensen hevði í felag gjørt uppskotið - ein serlig nevnd varð síðani sett við umboðum úr øllum flokkum at viðgera málið víðari - og síðani varð tað lagt aftur fyri tingið.
Umboð Tjóðveldisfloksins í serligu nevndini, mælti frá at samtykkja tað, og í Tjóðveldisflokkinum vóru fleiri ímóti uppskotinum.
Tá atkvøtt varð í tingin-um, vóru fólk fyri og ímóti í øllum flokkum, men ein meiriluti varð fingin í lag við atkvøðum tvørturum bæði andstøðu og samgongu. Bara í Miðflokkin-um, sum tá hevði ein tinglim, var atkvøðan greitt ímóti.
Tey, ið hava áhuga fyri at fáa sannleikan at vita um hetta mál, kunnu fara á heimasíðu Løgtingsins ella venda sær til Løgtingið at hyggja at løgtingsmáli nr. 73/1998 - og biða um eitt avrit av atkvøðugreiðsluni.
Men nógv fyri, at tað ikki er eftirfarandi, tá sjálvur løgtingsformaðurin úttalar seg um tingsins virki.