Týðandi vegamót

Oddagrein

Nú um dagarnar boðaði eitt av heimsins størstu oljufeløgum frá, at tað fer undir eina umfatandi boriætlan á Atlantsmótinum, í bretskum øki skamt frá føroyska markinum.
Talan er um felagið Chevron. Tað er ikki ov nógv sagt, at júst hetta felagið í dag er undangongufelagið á øllum Atlantsmótinum, tó at onnur stór oljufeløg sum Statoil, Shell og Dong ikki smæðast aftur. Vit kunnu í hvussu er staðfesta, eftir ein heldur lakan og úrslitaleysan útvikling á øllum Atlantsmótinum, at tað nú av álvara er við at koma gongd á leitingina.

Var tað ikki fyri tí væleydnaðu boringini nær markið, Rosebank/Lochnagar, so kundi lættliga staðið verri til við eini oljuframtíð á Atlantsmótinum og her ikki minst við Føroyar. Tí eftir fleiri miseydnaðar boringar har suðuri við markið eydnaðist tað oljufeløgum at raka við olju longur norðari, í einum øki, har bert lítið er borað áður. Tað var í tøkum tíma.

So væl vildi til, at oljusamtak við Chevron á odda, nú hevur skundað undir eina risastóra boriætlan, har tað skulu borast tríggir avmarkingarbrunnar í næsta ársfjórðingi í 2006. Hetta er óvanligt, tí tá fund verða gjørd av hesum slag, ganga oftani fleiri ár við at bora slíkar brunnar. Tað er greitt, at umrøddu brunnar fara eisini at geva nógvar týðandi upplýsingar um møguleikarnar at finna olju okkara megin markið. Teir kunnu koma at vera ein katalysator fyri leiting á landgrunninum. Ein kann næstan siga, at teir í sær sjálvum eru ein partur av leitingini við Føroyar eisini, so tætt liggja teir upp at markinum. Og júst okkara megin markið hava somu oljufeløgini, sum hava funnið Rosebank, fingið tillutað leitiloyvi.

Tískil kann boriætlanin á Rosebankleiðini í veruleikanum koma at skunda undir leiting við Føroyar. Havandi hetta í huga skulu vit eisini minnast til, at oljusamtøk við Statoil, BP og Amerada Hess sum fyristøðufeløgunum í 2006 og 07 fara at bora brunnar á basaltinum. Tað er tí rætt at siga, at vit komandi tvey árini fara at síggja eina spennandi tilgongd á landgrunninum, sum vónandi kann enda við fleiri oljufundum.

Sosialurin

Góða eydnu

Dagurin í dag er ein merkisdagur í føroyskari fótbóltssøgu. Vit skulu til at spæla móti tí besta fótbóltslandinum í heiminum, Fraklandi. Hetta er eingin løtt uppgáva. Møguleiki er fyri, at vit verða avsmurd. Kortini seta vit álit okkara á frægu og ungu spælarar, sum í hesum dysti veruliga sleppa at vísa seg sum ambassadørar fyri ta lítlu tjóðina úti í Norðuratlantshavi.

Hóast úrsltini ikki altið hava verið av teimum allarbestu, so hava vit álit á, at okkara lið fer á vøllin í dag fyri at vísa, at hóast lítil so megnar tú eisini nakað móti teimum stóru. Vilji og treiskni, sum eisini eyðkennir tann minni menta, kann eisini vísa seg gull vert í slíkari stund. Psykologiska drívmegin kann gerast so sterk, at vit veruliga kunnu fáa eitt gott úrslit. Men vit vita, at tað kann ganga báðar vegir. Vit kunnu ikki annað enn at "krossa fingrar" fyri okkara tjóðarlandsliði. Góða eydnu.

Sosialurin