Sjúklingurin tryggjaður í skipanini hjá heilsuverkinum

- Upplýsingarnir um sjúklingin verða ikki misnýttir í THS-skipanini. Tað verður sjúklingurin sjálvur, sum ger av, um journalin skal verða atkomilig aðrastaðni enn eitt nú hjá sínum egna kommunulækna, sigur Thomas Dam, projektleiðari

THS-skipanin

Í sambandi við talgildu heilsuskipanina (THS), sum setast skal í verk í føroyska heilsuverkinum, hava vit skift orð við Thomas Dam. Hann er projektleiðari í bólkinum, sum vegna Almanna-og Heilsumálaráðið arbeiðir við at fremja hesa skipan í verki. Í projektbólkinum eru umboð fyri kommunur, sjúkrahúsverk, kommunulæknar og Almanna-og Heilsumálaráðið.

Digital journal

Thomas Dam sigur, at sjúklingurin í nýggju skipanini skal uppliva, at hann hevur við eitt heilsuverk at gera sum hongur saman.
- Hetta raðfesta vit høgt í okkara arbeiði við THS-skipanini, sigur hann.
Projektleiðarin leggur dent á, at sjúklingurin skal merkja, at heilsuverkið hongur saman ? bæði innanhýsis á sjúkrahúsinum, millum sjúkrahúsini og eisini millum kommunulæknar og sjúkrahúsini.
- Í praksis merkir hetta, at sjúklingurin ? í staðin fyri at hava fleiri pappír-journalir á ymiskum støðum ? í nýggju skipanini kemur at hava eina digitala journal. Digitala journalin verður altíð tøk, har tørvur er á henni, tí alt heilsuverkið kemur at brúka somu skipan.
Thomas Dam sigur, at tá ið THS-skipanin endaliga er sett í verk, verður tað søga, at neyðugt verður at leita eftir journalum. Í staðin verða neyðugu upplýsingarnir í journalini altíð tøkir og dagførdir.
- Skipanin hevur eisini við sær betraðar møguleikar fyri samskifti millum ymisku partarnar í heilsuverkinum.

Dagførd upplýsing

Hann vísir á, at sonevnda booking-modulið fer at gera tað møguligt - umvegis skipanina - at bíleggja tíðir til eitt nú ambulanta viðger og ymiskar kanningar. Somuleiðis fer ein kommunulækni at kunna bíleggja blóðroyndir - og fáa svar uppá hesar umvegis skipanina.
- At dagførdir upplýsingar altíð eru tøkir, tá ið sjúklingurin skal í viðgerð, hevur stóran týdning og verður við til at tryggja eina trygga og dygdargóða viðgerð. At læknin hevur lætta atgond til journalina, sum bæði sjúkrahúsið sjálvt og kommunulæknin hjá sjúklinginum hevur skrivað í, tryggjar, at læknin hevur best møguligt yvirlit yvir støðuna, sigur Thomas Dam.
Hann nevnir síðan sonevnda Medisin-modulið, sum eitt nú merkir, at læknin hevur tøkar upplýsingar um vanligar viðgerarhættir, hvussu ymiskur heilivágur virkar, og hvønn heilivág sjúklingurin ikki má fáa ? ella ikki má fáa samstundis.
- Hevur kommunulæknin givið sjúklinginum heilivág, sum ikki sampakkar við onnur ávís sløg av heilivági, boðar skipanin frá hesum. Skipani boðar eisini frá, um sjúklingurin ikki tolir onkra ávísa viðgerð ? um hetta er skrásett, sjálvandi, sigur Thomas Dam.

Tryggleikin

Projektleiðarin leggur dent á, at sjúklingurin tó kann kenna seg tryggan við, at upplýsingarnir ikki verða misnýttir í skipanini, tí tað er sjúklingurin, sum ger av, um journalin skal verða atkomilig aðrastaðni í skipanini, eitt nú hjá øðrum enn sínum egna kommunulækna.
Hann vísir á, at tað eisini verður møguligt at læsa fyri serliga eymum upplýsingum. Eitt nú kann sjúklingurin sjálvur avgera, um læsast skal fyri upplýsingum um møguliga sálarsjúku ella misnýtslu av einum og hvørjum slagi.
- Meginreglan verður, at ein brúkari av skipanini bert sær teir upplýsingar, sum viðkomandi hevur brúk fyri til tess at kunna gera sítt arbeiði til lítar, sigur Thomas Dam, projektleiðari at enda.