Fiskimaðurin skal hava javnbjóðist rættindi við aðrar borgarar í Føroyum

Jan højgård, Mannarættindisstríðsmaður, Toftir

Nú eigur fiskimaðurin at krevja sín rætt sum borgari í Føroyum. Ein uppgerð eigur í stundini at verða gjørd við ALS. Tað at fiskimaðurin ikki fær úr ALS, eins og aðrir borgarar, er ein skamplettur fyri Føroyar. Hesi síðstu 30 árini hevur man frá almennari síðu og frá ymiskum samfelagsbólkum ført eitt óhunaligt prognom móti tí føroyska fiskimanninum. Hesar lygnir hava viðført, at fólk, ið ikki vita betur, fáa eina skeiva mynd av fiskimanninum. Tey freistast til at trúgva, at fiskimaðurin hevur eitt lív, fylt við marglæti og við yvirstórari inntøku. Soleiðis er tað ikki. At verða fiskimaður er mangan hart og strævið. Tímalønin er lítil, og til tíðir fær ein onki. Sannleikin er, at hevur ein verið á sjónum í nøkur ár, so verður ein eisini vitni til mangan sorgarleikin har. Tað nýtist ikki altíð at verða deyðin, sum vitjar umborð, men tað kunnu eitt nú verða skaðar, sum gera, at ein ikki verður tann sami maðurin aftur.

Teir burturkrógvaðu fiskimennirnir
Í Føroyum hava vit ein bólk av fólki, sum lítið verður tosað um, tað eru teir skaddu og meiðslaðu fiskimennirnir. Nakrir av hesum fiskimonnum, koma so illa fyri, at teir ikki gerast arbeiðisførir aftur og missa sostatt inntøkugrundarlagið. Men ein hevur jú tryggjað seg á ymsan hátt, ella tað er í hvussu so er tað, ein fær at vita. Men tað er rættiliga skjótt, at ein verður varugur við, at hóast bæði tú sjálvur og skipið, tú siglur við, hava goldið í dýrar dómar, so fært tú lítið ella onki afturgoldið. Í verðuleikanum meti eg hatta sum rán, sum tann lóggevandi myndugleikin hevur kroyst oman yvir okkum fiskimenn, fyri at fólk innan hesa “vinnu”? upp á kvamsvís kunnu taka pening fyri eina tænastu, sum ikki verður givin.
Hetta eru teir burturpakkaðu fiskimennirnir. Tað vil siga, at tú lítið og onki hoyrir til hesar syndarligu lagnir. Tað líkar helst nøkrum samfelagsbólkum væl, tí nú gerast hesar syndarligu lagnur ein inntøkukelda fyri tey. Tað vil siga, at skaddir fiskimenn eru eitt tilfongi hjá teimum. Fyri mær sær tað út til, at tað eisini er ein stórur áhugi millum hesar bólkar, at skaddir fiskimenn ikki fáa høvi at reisa seg aftur, tað kann verða tí, at tað eru lætt forvunnir pengar at halda fólki niðri. Um tey fáa høvi at reisa seg aftur, kunnu hesi fólk gerast arbeiðsleys.

Almennir stovnar forfylgja fiskimonnum
Vit eiga í stundini at gera upp við teir stovnar, sum í langa tíð hava framt ágang móti tí føroyska fiskimanninum. Fyri at taka nakrar: ALS, Tryggingarfelagið Føroyar, Toll og Skatt og Hagstovu Føroya. Vit minnast, jú hvussu skeiv hagtøl inni á heimasíðuni hjá “Hagstovu Føroya”, vóru við til at øsa danir upp móti tí føroyska fiskimanninum. Spurninguri er bara, hvør hatar fiskimannin so nógv, at hann vil svíkja føðilandið Føroyar við at fremja eina sovorðna lygn. Men til alla lukku høvdu landasvíkjarnir gjørt so nógv av í hesum føri, at lygnin bleiv avdúkað.