Atla Dam til minnis
? Atli Dam var ein ómetaliga trúfastur vinmaður.
Tað sigur Heri Mortensen á Tvøroyri.
Atli Dam og hann vóru vinmenn í næstan 30 ár, heilt síðani Heri flutti aftur til Føroyar miðskeiðis í sjeytiárunum, eftir at hava búleikast í Danmark í nøkur ár.
Tað var, tá ið Heri Mortensen varð stjóri á flakavirkinum á Tvøroyri í 1977, at teir rættiliga komu at kennast og síðani tá hava teir verið góðir vinir.
? Atli Dam var ein maður, sum kendi sínar vinir. Hann var ómetaliga umhugsin vinmaður og tað fór ikki ein merkisdagur framvið uttan at tað kom ein heilsan frá Atla Dam.
? Eg havi eina kenslu av, at vit báðir høvdu sera góða ávirkan á hvønn annan og at vit onkusvegna fingu tað besta upp í hvørjum øðrum, tá ið vit vóru saman um eitthvørt.
Heri Mortensen sigur, at hóast tað segðist, at Atli Dam onkuntíð kundi øsa seg upp, so er ongin ivi um, at hann innast inni var ein ógvuliga kensluborin og í honum bankaði eitt stórt og bleytt hjarta.
Kortini skerst ikki burtur, at hann hevði eitt serligt suðuroyar-sinnalag, sum gjørdi, at hann viðhvørt setti trumf á við at vinda seg upp, men hann var ongantíð illur og tað rann altíð skjótt av aftur. Og tað haldi eg var bara sunt, tí soleiðis fekk hann sína meining fram, táið stígur var komin í og eg haldi at tað búði ikki sørt av taktikki undir hesum.
? Tað búði onki undir hesum og eg havi varhugan av, at tað heldur varð brúkt fyri at røkka einum úrsliti, ta ið tað annars ikki komst úr stað.
Tolin og treiskur
Annars sigur Heri Mortensen, at Atli Dam er størsta persónsmenska, hann hevur møtt.
? Hann dugdi ómetaliga væl at tosa við fólk og hann var ein framúr samráðingarmaður, sum heilt ofta sera væl frá sínum samráðingum.
? Í samráðingum var hann ómetaliga tolin og treiskur. Tað var hann, tí hann trúði altíð, at samráðingar bóru á mál, um ikki beinanvegin, so til síðst, hóast tað mangan sá svart út í fyrstuni.
Hann brúkti ofta orðafellið, at tað galt um at mýkja eina støðu og tað hevði hann tol til at í áravís, um so skuldi verið, líka til tað bar á mál.
Heri Mortensen heldur, at størsta politiska avrikið hjá Atla Dam var, tá ið tað eydnaðist at yvirtaka undirgrundina.
Men hann fekk eisini lagt góðar lunnar undir at loysa bankamálið, sum Marita Petersen síðani førdi víðari, soleiðis at føroyingar komu so væl burturúr tí, sum hugsast kundi.
? Og tað er ongin ivi um, at eisini útlendskir politikarar høvdu stóra virðing fyri honum. Eg minnist einaferð í sjeytiárunum, at ivi var um, hvør skuldi vera forsætistráðharri í Danmark. Tá skrivaði eitt danskt blað, at eitt gott boð var Atli Dam.
? Eg haldi ikki, at tað bara var skemt, sigur Heri Mortensen.