fyri teimum umstøðum, sum vit eru í. Tí valdu vit at leggja dent á, at tað fyrst og fremst er neyðugt at tryggja okkara haldføri. Ikki bara tað búskaparliga, men haldførið í øllum viðurskiftum í samfelagnum [...] haldførið, skrivar ráðið. Og tað er júst tað, sum Framsókn hevur víst á. Vit høvdu vónað at fingið eitt betri úrslit, men vit eru takksom fyri, at flokkurin varðveitti tveir tinglimir. Um illa vil til [...] tykkum fyri stuðulin, vit fingu til hetta valið. Vit kundu gjørt sum flest allir flokkar gjørdu og farið til val við nógvum og dýrum lyftum. Fyri okkum hevði tað nógv størri týdning, at vit vístu virðing fyri
mánadagin, velja vit her á redaktióni so tær viðmerkingarnar, sum vit á einhvørjan hátt halda vera tær mest beinraknu og kanska eisini stuttligastu. Hartil koma aðrar av viðmerkingunum eisini á sportal.fo. [...] verður, at vit nú geva tykkum øllum møguleikan at verða partur av tí, sum skrivast skal um ymsu dystirnar í Formula-deildini. Einasta, sum skrivandi fólkið skal gera, er at senda eini SMS-boð á tlf. 1441 [...] redaktionellu linjuni á blaðnum, skal navnið á avsendara sendast saman við SMS-boðunum. Sæð burtur frá vanliga gjaldinum fyri eitt SMS, verður eingin kostnaður av tænastuni fyri brúkaran. Enn eru tað bert telefonir
soleiðis at hesi nú eru ájøvn Royn á stigatalvuni. Í Havn hevði HB vitjan av Sumba, og her var yvirvágin alla tíðina greið. Stóran part av dystinum vórðu sumbingar trýstir langt aftur á vøllin, og tó at [...] álvara tykist hava sett ferð á vágamenninar. Tað er annars merkisvert, at Sonni higartil er einasti spælarin hjá FSV, sum er komin á máltalvuna. Seinasti dysturin hetta umfarið var á Argjum, har AB hevði vitjan [...] síðani avgjørt, hvar stigini skuldu fara. Í Gøtu var B71 á vitjan, og eisini teir megnaðu at taka alt móti gøtumonnum, sum enn eru púra sørir. Gøtumenn settu sjálvir sandoyingarnar í gongd, tá teir gjørdu
framvegis ikki komin rættuliga fyri seg, og tískil hevði hon sett seg sjálvan á beinkin sunnudagin. Hetta sá tó ikki út til at nerva lið hennara, sum sum allan fyrra hálvleik hevði tamarhald á støðuni, soleiðis [...] brádliga á jøvnum millum liðini. Heimaliðið megnaði eisini at leggja seg á odda, tá einir fimm minuttir vóru eftir at leika, men tá hevði toppskjúttin úr Vestmanna fingið nokk. Ioana setti seg sjálvan á vøllin [...] eisini, men leingi stóð nógv á hjá vestmenningunum, sum tó kortini megnaðu at toga sigurin heim í evstu løtu. Gekk sum ætlað í fyrra Eftir fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast
og brúkararnir eru ikki teir somu. Fakta er bara tað, at summi kristin ikki fara á hinar festivalarnar. Harvið er ikki sagt, at tað er skeivt at fara á hinar festivalarnar, men tað eru summi, sum ikki [...] vísa, hvat teir duga. - Vit arbeiða fyri at fáa føroyskar bólkar fram, og veruleikin er, at summir av teimum føroysku bólkunum eru eins góðir og teir útlendsku bólkarnir. Vit eru hepnir at hava fingið nøvn [...] hásæti, og tí sleppur einki rúsevni inn á økið. Vit hava als ikki brúk fyri hasum skeinkiloyvinum, sum hinir festivalarnir skríggja eftir. - Øll eru vælkomin á Fjarðafestivalin. Her verða upplivilsir fyri
fimm ætla sær at vitja. ? Vit ætla at búgva á hotellum at byrja við, til vit rættiliga eru komnir á lagi við at fjakka. Síðani gista vit á vallaraheimum og hjá fólki, sum vit ætla okkum at vitja, sigur [...] (Hoydal) hava tosað um at fara á hesa ferðina síðani 1995, tá vit gingu í Hoydølum, og seinasta hálvtannað árið hava vit spart pengar saman. Nú er ferðin vorðin veruleiki, og vit eru vorðnir til fimm, sum fara [...] júst til Suðuramerika? ? Vit hugsaðu sum so, at tey flestu, sum fara á slíkar ferðir, fara eystureystur, og tí høvdu vit líka so góðan hug at fara til Suðuramerika. Og líka síðani vit av fyrsta tíð fóru at
aktivismu, har vit ikki statseygleiða fólk, og har vit ikki kriminalisera heimleys, men har vit hinvegin heldur fjálga um talufrælsið og fólkaræðið, har vit hava álit á hvørjum øðrum, og har vit gera landið [...] umstøðurnar nú enn seg hava háttað, men tá hetta er sagt, so finnast faktorar, vit ikki hava vald yvir, og sum ávirka lív okkara á neiligan hátt, uttan at vit vilja, at tað skal vera so, og uttan at vit sjálvi [...] trupulleika, líka so lítið kunnu vit og Tórshavnar Kommuna skúgva til síðis ein trupulleika, sum vit vita, vit hava, bara tí vit vilja hava miðbýin ”stovureinan”. Tey heimleysu eru jú, í tráð við fatanina um
kunnu vit siga, at hon gift Gerhardi Tróndheim og eiga tey 5 børn. Nú húsið er vorðið lættari og reiðrið tømist, ætlar Dagny at gera meiri við myndalistina. Kvinnurnar gera seg galdandi Tað eru serstakliga [...] Klaksvík. Eftir ein steðg í nøkur ár, er hon nú rættiliga byrjað av nýggjum, og er hetta hennara fyrsta sjálvstøðuga framsýning. Hugnamyndir Málningarnir eru 20 í tali, flestu teirra akrylmálningar, men [...] aplikerað mynd er at finna millum listaverkini. Myndirnar eru fjølbroyttar við bæði summar- og vetrarmyndum umframt uppstillingum. Millum myndirnar eru eisini tvær, sum dóttir Dagny, 22 ára gamla Astrid, hevur
í økinum, tí nógv lív er í undirgrundini kring Reykjanes. - Vit eru framvegis mitt í vandanum, men vit eru takksom fyri, at eingi mannalív eru mist, sigur íslendski forsetin, Guðni Thorlacius Jóhannesson [...] millum tveir og tríggjar tímar at fara úr býnum, og her eru nú settar upp fleiri vegforðingar, soleiðis at ikki slepst inn í húsini aftur eftir eitt nú møguligum virðislutum. Í nátt stóð íslendska tíðindakvinnan [...] Íslandi síðan á midnátt í gjárkvøldið. Í døgunum frá hósdegi til fríggjadag vórðu skrásettir fleiri enn 1400 jarðskjálvtar í sama øki. Meteorologisk Institut í Íslandi heldur, at stórir møguleikar eru fyri eldgosi
ikki. Heilt erligt, so eru vit uppflytarar og vit kunnu ikki taka okkum rolluna sum favorittar. Hinvegin gera vit okkara besta, og tað er tað einasta, eg kann lova. Tað, at vit geva okkum 100%, sigur serbiski [...] minni á hillina og framleitt húð- og vakurleikavørur undir navninum Hans F. Hansen of Scandinavia, eitt nú við BYB, ið er ein stytting av Below Your Belt. Comeback á gáttini Hans Fróði Hansen er nú fluttur [...] Orsøkin er tann, at vit mangla tríggjar leikarar, nevniliga Dimtrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen, sigur hann, og heldur fram: - Hetta er fyrstu ferð í ár, at vit eru uttan so nógvar leikarar