Hans Fróði Hansen ávegis comeback

Fótbóltur: Hóast hann hevði lagt fótbóltin til síðis og hugsavnaði seg um móta, stíl, vakurleika, vøruframleiðslu og bókaútgávur í USA, so er er 36 ára gamli Hans Fróði Hansen til reiðar at gera comeback í fremstu føroysku deildini sunnudagin

Hans Fróði Hansen, fyrrverandi landsliðsleikari og seinni eisini vinnulívsmaður innan vakurleika og húðrøkt í USA, er væl ávegis at gera comeback í bestu føroysku deildini. 36 ára gamli verjuleikarin hevur ikki spælt ein dyst í bestu føroysku deildini síðani hann 10. oktober í 2003 spældi við B68. Tá veitraði hann farvæl við føroyskan fótbólt og kastaði seg út í eitt ævintýr í íslendskum fótbólti, har hann í trý ár spældi við Fram og Breiðablik.
Síðani hevur hann lagt fótbóltin meir ella minni á hillina og framleitt húð- og vakurleikavørur undir navninum Hans F. Hansen of Scandinavia, eitt nú við BYB, ið er ein stytting av Below Your Belt.

Comeback á gáttini
Hans Fróði Hansen er nú fluttur aftur til Føroya og er við í venjarahópinum hjá TB, umframt at hann hevur spælt nakrar dystir við næstbesta liðnum. Tað eru skjótt liðin níggju ár síðani Hans Fróði Hansen spældi ein dyst í bestu føroysku deildini, og hóast hann einans tók okkurt tørn fyri LÍF í 2006 og teir næstbestu hjá Víkingi í 2008, so er tað væl hugsandi, at hann fær comeback fyri besta liðið hjá TB sunnudagin og harvið eisini comeback í bestu føroysku deildini eftir níggju ára fráveru.
Hetta váttar venjarin hjá TB, Milan Kuljic.
- Ja, tað er ein góður møguleiki fyri at hann spælir. Orsøkin er tann, at vit mangla tríggjar leikarar, nevniliga Dimtrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen, sigur hann, og heldur fram:
- Hetta er fyrstu ferð í ár, at vit eru uttan so nógvar leikarar. Hans Fróði er kanska ikki í toppformi, men hann hevur royndirnar og kann hjálpa okkum. Sum øll vita, so hevur hann ikki spælt ein minutt í Effodeildini, men hann kann hjálpa við góðum ráðum til teir nógvu ungu leikararar, sigur Milan Kuljic.

TB-venjarin kann iðra seg um at vera Dimitrije Jankovic fyri uttan. Hann hevur verið ein rimmar fastur partur av TB-liðnum; hann hevur nevniliga spælt samfullar 90 minuttir í øllum 17 dystunum higartil. Hinvegin fegnast hann um at hava ein leikara sum Hans Fróða Hansen at seta inn, tí sambært honum, so hevur hann nógvar góðar eginleikar.
- Hann hevur eina góða kropsliga styrki, hann er stinnur í luftini og er góður at hava í deyðbóltum - bæði í álopi og í verju. Hann hevur eisini royndirnar og dugir væl at stýra hinum leikarunum, bæði í verjuni og á miðjuni, sigur Milan Kuljic, sum væntar ein truplan dyst í Sarpugerði og ikki neyðturviliga hevur ein sigur sum eitt krav.
- Vit fara í hvørjum einasta dysti eftir at spæla skjótan og góðan fótbólt. Onkuntíð eydnast tað og onkuntíð ikki. Heilt erligt, so eru vit uppflytarar og vit kunnu ikki taka okkum rolluna sum favorittar. Hinvegin gera vit okkara besta, og tað er tað einasta, eg kann lova. Tað, at vit geva okkum 100%, sigur serbiski venjarin hjá TB.