Manning hjá íslendsku sivilverjuni varð í nátt kallað inn at hjálpa til við at flyta fólk úr Grindavík.

Allir íbúgvar eru fluttir úr Grindavík

Í nátt stóð íslendska tíðindakvinnan, Alma Ómarsdóttir, í Grindavík undir heilt serligum umstøðum, eftir at íbúgvarnir vóru farnir. - Hetta er sum at vera í einum spøkilsisbýi, segði hon við íslendska kringvarpið

 

Manning hjá íslendsku sivilverjuni varð í nátt kallað inn at hjálpa til við at flyta fólk úr Grindavík.

Tíðliga seinnapartin í dag høvdu fleiri enn 800 jarðskjálvtar verið í økinum kring Grindavík í Íslandi síðan á midnátt í gjárkvøldið. Í døgunum frá hósdegi til fríggjadag vórðu skrásettir fleiri enn 1400 jarðskjálvtar í sama øki.

 

Meteorologisk Institut í Íslandi heldur, at stórir møguleikar eru fyri eldgosi í økinum, tí nógv lív er í undirgrundini kring Reykjanes.

 

- Vit eru framvegis mitt í vandanum, men vit eru takksom fyri, at eingi mannalív eru mist, sigur íslendski forsetin, Guðni Thorlacius Jóhannesson, við íslenska kringvarpið, RUV.

 

Íslendski professarin í jarðalisfrøði, Magnús Tumi Guðmundsson, sigur við íslendska kringvarpið, at eldgosið, sum kann koma, kann gerast líka so stórt, sum Holuhraun-gosið í 2014 og 2015, sum vóru størstu gos í Íslandi í meira enn 300 ár.

 

Tað var síðstu nátt, at myndugleikarnir í Íslandi gjørdu av at flyta fólk í Grindavík burtur, og neyðstøða varð lýst í økinum.

 

- Tað er ikki greitt, hvussu leingi lýsta neyðstøðan varir, sigur stjórin í íslendsku sivilverjuni, Víðir Reynisson, tíðliga seinnapartin í dag. Hann leggur aftrat, at íbúgvarnir fyrireika seg til, at steðgurin úr Grindavík kann vara í fleiri dagar.

 

##med2##

 

Íbúgvarnir í Grindavík fingu millum tveir og tríggjar tímar at fara úr býnum, og her eru nú settar upp fleiri vegforðingar, soleiðis at ikki slepst inn í húsini aftur eftir eitt nú møguligum virðislutum.

 

Í nátt stóð íslendska tíðindakvinnan, Alma Ómarsdóttir, í gøtunum í Grindavík undir heilt serligum umstøðum, eftir at íbúgvarnir vóru farnir úr Grindavík.

 

- Hetta er sum at vera í einum spøkilsisbýi, segði hon við íslendska kringvarpið, sum fyrrapartin í dag visti at siga, at býurin eisini hevði mist el-veitingina.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Manning hjá íslendsku sivilverjuni varð í nátt kallað inn at hjálpa til við at flyta fólk úr Grindavík.

Her er riva komin í vegin av hørðu jarðskjálvtunum.

Tað eru stórt jarðskjálvtavirksemi á hesum leiðum í Íslandi.