Ævintýrhugurin og longsulin eftir at uppliva fremmand og fjarðskotin lond hevur fingið nógvar føroyingar á ferð kring heimin, og í gjár fóru fimm ungir føroyingar á fjakkaraferð til Suðuramerika.
Ungu føroyingarnir ætla sær at vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai mánaði næsta ár.
Teir fimm eru Theodor Olsen, Dánjal Hoydal, Magnus Samuelsen, Sveinur Rasmussen og Mads Hoydal, og mándagin høvdu vit Theodor Olsen í telefonini úr Keypmannahavn, har teir steðgaðu á, áðrenn leiðin varð løgdu suður um ekvator tíðliga gjáramorgunin.
? Vit flúgva fyrst til Rio í Brasil og verða har í einar tríggjar dagar. Síðani er ætlanin at leggja leiðina til Buenos Aires í Argentina, og har frá ætla vit so at ferðast norðureftir aftur.
Spart saman
Teir ætla at vitja lond sum Bolivia, Peru Ecuador, og verður kjansur til tað eisini Cuba og Jamaica, har teir ætla at enda fjakkaraferðina.
? Eg og Dánjal (Hoydal) hava tosað um at fara á hesa ferðina síðani 1995, tá vit gingu í Hoydølum, og seinasta hálvtannað árið hava vit spart pengar saman. Nú er ferðin vorðin veruleiki, og vit eru vorðnir til fimm, sum fara at ferðast saman, greiður Theodor Olsen frá.
Hví valdu tit at fara júst til Suðuramerika?
? Vit hugsaðu sum so, at tey flestu, sum fara á slíkar ferðir, fara eystureystur, og tí høvdu vit líka so góðan hug at fara til Suðuramerika. Og líka síðani vit av fyrsta tíð fóru at tosa um hetta, hevur tað verið ein dreymur at sleppa avstað, sigur Theodor Olsen.
? Eg havi ongantíð áður verið í Suðuramerika, so tú kanst ætla, at eg eri spentur til at fara at ferðast har og uppliva tey ymsu londini.
Kunnu bróta
ferðina av
Dánjal Hoydal, sum er ein annar av teimum fimm í ferðalagnum, hevur ivaleyst hoyrt nógvar søgur um Suðuramerika, tí pápi hansara er Gunnar Hoydal, og hann hevur búð í Ecuador. Hetta er eisini eitt land, sum teir fimm ætla sær at vitja.
? Vit ætla at búgva á hotellum at byrja við, til vit rættiliga eru komnir á lagi við at fjakka. Síðani gista vit á vallaraheimum og hjá fólki, sum vit ætla okkum at vitja, sigur Theodor Olsen.
Í Bolivia er ein føroyskur skúli, sum er úrslit av Norrønum Dagsverki, og har vita teir um fólk, sum hava við Føroyar at gera, og sum teir ætla sær at vitja.
? Gongst sum ætla verða vit ikki heima aftur í Føroyum fyrr enn í mai mánaði, men tað veldst sjálvandi um hvussu vit trívast, og hvussu verður við pengum. Vit kunnu so altíð bróta ferðina av, hava vit ikki hug til at halda fram, sigur Theodor Olsen.
Theodor Olsen og Dánjal Hoydal hava gjørt ymiskt freelance arbeiði fyri Sosialinum farnu tíðina, og teir ætla eisini at lata frætta frá sær gjøgnum blaðið. Um ikki so langa tíð vóna vit at fáa fyrstu skrivaðu orðini frá teimum á teirra spennandi ferð til Suðuramerika.