SMS-fjepp

Annars haldi eg& er heitið á nýggja teiginum í ÍtróttarSosialinum, har fjepparar úr øllum landinum hava møguleika at siga sína hugsan um dystin, sum teir sóu

spennandi tættir.
                      Ein av hesum verður, at vit nú geva tykkum øllum møguleikan at verða partur av tí, sum skrivast skal um ymsu dystirnar í Formula-deildini.
                      Einasta, sum skrivandi fólkið skal gera, er at senda eini SMS-boð á tlf. 1441. Boðini skulu byrja við orðinum »bolt« og síðani kann skrivast júst tað, sum hugurin og lagið er til í mangan heitu løtunum eftir dystin.
                      Saman við umrøðuni av einstaka dystinum mánadagin, velja vit her á redaktióni so tær viðmerkingarnar, sum vit á einhvørjan hátt halda vera tær mest beinraknu og kanska eisini stuttligastu. Hartil koma aðrar av viðmerkingunum eisini á sportal.fo. Fyri at halda fast í redaktionellu linjuni á blaðnum, skal navnið á avsendara sendast saman við SMS-boðunum.
                      Sæð burtur frá vanliga gjaldinum fyri eitt SMS, verður eingin kostnaður av tænastuni fyri brúkaran. Enn eru tað bert telefonir hjá Føroya Tele, sum kunnu senda boð inn á 1441