Tónleikasamtakið Adore Music skipar fyri Fjarðafestivalinum. Felagið varð stovnað í 2001 og hevur havt nøkur tiltøk. Teir hava fingið nøkur útlendsk nøvn upp til einstakar konsertir. Felagið Adore Music er eitt sjálvstøðugt felag, sum arbeiðir við music-management. Endamálið er at fáa føroyskar kristiligar bólkar fram. Hóast tað ikki er beinleiðis knýtt at nakrari samkomu, so ganga allir nevndarlimirnir í Kelduni, og felagið hevur sera gott samstarv við Kelduna.
Eyðun Jacobsen er ein av nevndarlimunum í Adore Music. Hann sigur, at málið hevur allatíðina verið at skipa fyri einum festivali við kristiligum tónleiki.
Tað hevur tikið felagnum fimm ár at røkka málinum um at hava ein festival, og tað er ikki uttan orsøk:
- Tað skulu sera nógvar fyrireikingar til, og tað kostar nógvar pengar. Tað eru fleiri, sum hava spurt eftir einum kristiligum festivali, og nú kemur hann. Vit ætla eisini, at hann skal vera afturvendandi hvørt ár, sigur Eyðun Jacobsen.
Ræðist ikki kappingina
Eyðun Jacobsen er vísur í, at tað er tørvur á einum kristiligum festivali í Føroyum. Hann ræðist ikki kappingina frá hinum festivalunum.
- Tað er heilt vist ein tørvur á einum slíkum festivali. Eg kenni fleiri, sum hava longst eftir einum slíkum. Eg vóni, at kristin og ikki-kristin úr øllum landinum koma á festivalin.
- Tú kanst siga, at tað er vandi fyri, at fólk eru vorðin festival-troytt, men tí rokni eg ikki við. Tað er tilvita, at vit leggja okkara festival tríggjar vikur eftir Summarfestivalin, tí at so fáa fólk tíð at hvíla seg. Harumframt eru skúlarnir byrjaðir aftur, og tí hava fólk kanska brúk fyri einum vikuskifti, har tey kunnu kobla av við góðum tónleiki.
- Okkara festivalur er so nógv ørðvísi enn hinir, og tí eru vit ikki í beinleiðis kapping við teir. Okkara vøra er øðrvísi, og brúkararnir eru ikki teir somu. Fakta er bara tað, at summi kristin ikki fara á hinar festivalarnar. Harvið er ikki sagt, at tað er skeivt at fara á hinar festivalarnar, men tað eru summi, sum ikki fara, sigur Eyðun.
Føroysku bólkarnir eins góðir og teir útlendsku
Tað eru nógvir tónleikarar í Føroyum, sum eru virknir í onkrari samkomu, og tað eru fleiri kristiligir bólkar í Føroyum. Samkomurnar uppdraga góðar tónleikarar, og Fjarðafestivalurin er ein møguleiki hjá teimum at vísa, hvat teir duga.
- Vit arbeiða fyri at fáa føroyskar bólkar fram, og veruleikin er, at summir av teimum føroysku bólkunum eru eins góðir og teir útlendsku bólkarnir. Vit eru hepnir at hava fingið nøvn sum All Star United og Tait Band, men eg trúgvi, at teir førosyku bólkarnir fara at bergtaka.
Ein festivalur kostar nógv, og tað skal nógv arbeiðsorka til at seta alt upp. Øll, sum gera klárt til festivalin arbeiða ólønt. Nevndin í Adore Music fær heldur onga løn. Alt verður gjørt fyri teirra áhuga fyri kristiligum tónleiki.
- Tey útlendsku nøvnini kosta sjálvandi nógv at fáa upp her. Men vit hava samrátt okkum til ein góðan prís. Teir taka upplivilsi við, og tí velja teir at koma her, hóast teir peningaliga høvdu fingið meira burturúr aðrastaðni.
Eitt mega tónleikaupplivilsi
Eyðun sigur, at tað gongur væl við fyrireikingunum, hóast tað er sera stressandi.
- Hetta er strævið, men tað er tað vert. Vit høvdu ongantíð klárað tað uttan okkara stuðlar, tí at ein slíkur festivalur kostar nógvar pengar - sera nógvar pengar.
- Á Fjarðafestivalinum verður tónleikurin í hásæti, og tí sleppur einki rúsevni inn á økið. Vit hava als ikki brúk fyri hasum skeinkiloyvinum, sum hinir festivalarnir skríggja eftir.
- Øll eru vælkomin á Fjarðafestivalin. Her verða upplivilsir fyri øll, sigur Eyðun Jacobsen at enda.










