Tjaldur-VÍF 17-18 (6-10)
VÍF hevur hetta kappingarárið staðið seg sera væl í landskappingini, har tær m.a. eru einasta liðið, sum hevur megnað at bast annars suverenu stjørnunum úr Klaksvík.
Hesu ferð gekk leiðin til Runavíkar, og mett eftir metsigrinum í Vestmanna, var eingin ivi um, at hesin dysturin skuldi kasta tvey stig burtur av sær.
Tað gjørdi hann eisini, men leingi stóð nógv á hjá vestmenningunum, sum tó kortini megnaðu at toga sigurin heim í evstu løtu.
Gekk sum ætlað í fyrra
Eftir fyrsta hálva tíman var tó lítið, sum bendi á, at talan skuldi gerast um ein javnan og spennandi dyst.
Ioana Rápa, sum fyrr í ár fekk álvarsligan skaða, er framvegis ikki komin rættuliga fyri seg, og tískil hevði hon sett seg sjálvan á beinkin sunnudagin. Hetta sá tó ikki út til at nerva lið hennara, sum sum allan fyrra hálvleik hevði tamarhald á støðuni, soleiðis at tær kundu fara til hálvleiks við eini tryggari leiðslu.
Tjaldur megnaði tó at berja seg inn aftur í dystin, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, stóð brádliga á jøvnum millum liðini.
Heimaliðið megnaði eisini at leggja seg á odda, tá einir fimm minuttir vóru eftir at leika, men tá hevði toppskjúttin úr Vestmanna fingið nokk.
Ioana setti seg sjálvan á vøllin eina løtu, beinan vegin syrgdi hon fyri, at tað aftur stóð á jøvnum. Tá so Tjaldur lítla løtu seinni brendi eitt brotskast og harumframt fekk ein leikara útvístan, var bólið reitt hjá VÍF, og kundu tær sostatt loksins tryggja sær tvey stig, sum seinni kunnu vísa seg at verða sera týdningarmikil.
Stríðast um silvurkrónurnar
Í øllum førum er VÍF, saman við Neistanum og Kyndli, partur í stríðnum um silvurkrónurnar. Í løtuni eru tær helst liðið, sum liggur best fyri í so máta, men hinvegin skal havast í huga, at teimum enn væntar ein dyst móti Stjørnuni.
Tveir dagar undan tí dystinum, skulu tær á heimavølli leika móti Kyndli, og hesir báðir dystirnir kunnu væl vísa seg at fáa alstóran týdning fyri, hvar silvurmerkini skulu heingjast, tá avtornar.
Tjaldur hevur nú helst mist allar vónir at fáa nakað stig burturúr kappingini, men niðurflyting verður so eingin hetta árið, tí StÍF longu áðrenn kappingarársbyrjan boðaði frá, at tær tóku liðið úr kappingini.
Tjaldur verður tí framhaldandi at síggja í fremstu deildini komandi ár, og hetta var eisini setningur teirra, tá árið byrjaði, men helst høvdu tær vónað, at okkurt stigið fór at spyrjast burtur teimum 20 dystunum.
Enn eru kortini nakrir dystir eftir, og hóast hann kanska er lítil, so er møguleikin enn til staðar.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Tjaldur: Sonja Gleðisheygg 6, Mona Langgaard 4, Sunrid Gleðisheygg 3 (3), Kristine Ellingsgaard 2, Beinta Joensen 1, Heidi Jacobsen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7 (2), Signhild Petersen 5, Nicolina Joensen 3, Fríða Johannesen 2, Ioana Rápa 1
Brotskøst:
Tjaldur 4, VÍF 2
Útvísingar:
Tjaldur 3, VÍF 2
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen