so týðiliga, sum tey gera omanfyri, sigur tað seg sjálvt, at tað var stórur munur á teimum báðum liðunum, sum dystaðust á Skála sunnudagin. Hoyvíkingar høvdu skavað sæt liðið saman, við hjálp av leikarum [...] hava longu prógvað, at tað eru fleiri frægir hondbóltsspælarar á liðnum. Spurningurin er so, hvørt hetta er nóg mikið til at vinna seg upp á ovastu rók, og hesin kann ikki svarast, fyrr enn mótstøðan hevur [...] Dorofte 8 (1), Halgir Dahl-Olesen 4 (1), Rolf Mouritsen 2, Johnny Djurhuus 1, René Dahl-Olesen 1, Eyðun Højgaard 1, Annfinnur N. Debess 1, Hallur Danielsen 1 Brotskøst: StÍF 4, H71 4 Útvísingar: StÍF 5
Grand Prix Føroyar á norðoyastevnu. Fimm kappingar afturat skulu avgreiðast í ár, og verða tær á stevnunum, har FM-róður er, tann seinasta á ólavsøku. Eitt sindur av útskiftingum hava verið á føroyska súkk [...] var drúgvastur í kappingini á norðoyastevnu. Tað regnaði illa í Klaksvík leygardagin, og av tí sama bleiv tað rættiliga hált at súkkla. Hetta gjørdi seg serliga galdandi á gongubreytini, har hvíta málingin [...] var Jóhann Brend, men hann var so óheppin at punktera og endaði á sjeynda plássi. Næsta Grand Prix-kappingin verður longu leygardagin á Eystanstevnu í Runavík. Tað verður eins og í Klaksvík býarkoyring
tingmenninir, Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Pauli Strøm, spurdu Finnboga Arge, samferðslumálaráðharra, hví einki verður sagt um vegin til Tjørnuvíkar í raðfestingini á samferðsluøkinum? Eisini vildu [...] smærri verkætlanir, sum tørvur er á at lýsa nærri. Verkætlanarbólkurin hevur tó valt at leggja meginpartin av orkuni í at lýsa tær verkætlanir, sum hava størst ávirkan á heildarmyndina av framtíðar samf [...] Finnbogi Arge, at ætlanin við samferðsluverkætlanini ikki er at gera eina endaliga raðfesting av íløgunum á øllum samferðsluøkinum. Hevði frágreiðingin hinvegin kunna verið ein partur av grundarlagnum, sum løgtingið
Málningar, ið hóskaðu væl í hølunum hjá "Tórshavn Afholdsforening", kendust heldur lítlir á stóru veggunum á Den Frie. Aksel Jørgensen segði tó, at " I det nordiske kunstfysiognomi er kommet et nyt træk [...] samtíðar listina við. Bárður Jákupsson, stjóri á Listasavnið Føroya, sigur í listaskránni, at Listafelagið nú aftur metir hóskandi at skipa fyri framsýning á Den Frie. Mikines sýndi fram har við Decembristerne [...] Framsýningin á Den Frie lat upp 4. apríl og er opin til 18. apríl. Listafelag Føroya, stovnað í 1941 av útisetum í Keypmannahavn, hevur áður skipað fyri slíkum framsýningum í Keypmannahavn. Í 1955 meinti
*Vinstrumegin eru nakrir knøttar at trýsta á: Forsíða letur upp forsíðuna á Internetblaðnum (um tú hevur blaðað teg burtur frá henni). Inni í blaðnum letur blaðið upp - har síggjast greinarnar, sum eru [...] frítekstleiting - har ber til at leita upp á orð í greinum. *Til ber eisini at skráseta seg sum haldara av internetblaðnum. Hetta verður gjørt við at trýsta á Skráset. Hetta er ein ókeypis skipan í roy [...] gamal blað gevur atgongd til gomlu bløðini. *Ovast á forsíðini verða at síggja fimm sambindingarlið (link). Her er talan um greinar, sum eru skrivaðar aftan á at blaðið er dagført, og sum so verða lagdar afturat
støðið sera høgt, og eingin bólkur hevur verið vánaligur. ? Tað er gott, at royndir tónleikarar sum Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, All That Rain og Rok vilja verða við í Prixnum, samstundis sum vit hava spennandi
bilasølustevnu á Giljanesi um vikuskiftið. Byrjað verður leygardagin klokkan 14.00, og hildið veerður á til sunnukvøldið klokkan 20.00. Fimm bilasølur fara at sýna nýggjar bilar fram á stevnuni. Umframt [...] umboðað, eins og Føroya Banki eisini fer at vera til staðar á stevnuni. Tað verðató ikki bara nýggir bilar, sum verða at síggja á bilasølustenvuni á Giljanesi. Eisini ein av gomlu bilunum hjá Hans Elmari Poulsen [...] ein annar brúktur bilur verður seldur á stevnuni. Hann er knapt so gamal sum elliakfarið úr Vatnsoyrum. Talan er um ein brúktan Hyundai Accent, sum verður seldur á uppboði leygarkvøldið klokkan 19.00, sigur
markið. Brunnurin verður boraður á Longan leitmiðinum á 5° 11? 03.38??V og 60° 30?50.09?? N. Havdýpið á staðnum er 941 metrar. Boringini er mett at taka 2-3 mánaðar. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum [...] leitiboringina eftir olju á føroyska landgrunninum. ? Boripallurin Sovereign Explorer, sum skal bora brunnin hjá Statoil samtakinum, er á veg móti Føroyum og verður væntandi á boristaðnum í morgin, segði [...] ikki skal eydnast Føroyum at skipa oljuvinnuna á ein hátt, sum kemur samfelagnum til góðar, samstundis sum vit tryggja, at oljuvinnan ikki fær ov stóra ávirkan á samfelagið, mál og mentan. ? Eg eri vísur í
Hann varð føddur á Syðradali í 1908, sonur Jógvan Joensen, Jógvan á Syðradali, og Marin Malenu, sum var bóndadóttir í Innistovu á Trøllanesi. Jógvan tók við festinum á Nesi. Marin Malena og Jógvan fingu [...] er vestantil á Kallsoynni. Av teimum 7 systkjunum er bara Jóhanna Mathea eftir. Á Trøllanesi vóru trý hús í langsamiliga tíð. Men tá Pól giftist við Juliu Hansen av Húsum í 1943, bygdu tey á Trøllanesi. [...] Samuelsen fekk Pól sær revagarð á Trøllanesi og hevði revar í nøkur ár. Hann plagdi m.a. at fleyga havhest at mata revarnar við. Tað var tó ikki so leingi, at fýra húski vóru á Trøllanesi. Í 1961 fluttu Julia
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fær ein dyggan framman á í nýggjastu veljarakanningini. Sambært henni kann hann gloyma alt um at verða afturvaldur á ting, og fyri fyrstu ferð síðani 1954 stendur Tjóðvel [...] kjans at vinna sær tingsess. Um so verður, at flokkurin vinnur upp um sperrumarkið upp á 3,7%, so verður tað helst Eyðun Elttør, floksformaður, sum fær sessin, tí flokkurin er nógv sterkastur i Norðoyggjum [...] tingmenn í Suðurstreymi. Tí kann við rímuligari vissu staðfestast, at Høgni Hoydal verður afturvaldur á ting. Fólkaflokkurin missir annan av teimum báðum valdømisvaldu tingmonnunum, flokkurin hevur í Norðoya