Hann varð føddur á Syðradali í 1908, sonur Jógvan Joensen, Jógvan á Syðradali, og Marin Malenu, sum var bóndadóttir í Innistovu á Trøllanesi. Jógvan tók við festinum á Nesi.
Marin Malena og Jógvan fingu 7 børn. Mikkjal tók við festinum, hann giftist við Annu Jacobsen av Húsum. Jóhanna Mathea giftist við Sigfried Skaale í Havn. Pól var triðelstur. Jóna giftist við Mariusi Johannesen úr Funningi, tey búðu í Mikladali og í Havn. Hjørdis giftist við Alex Jacobsen av Húsum, tey búsettust í Klaksvík. Thorstein giftist við Karolinu Michaelsen úr Kunoy, tey búsettust í Klaksvík. Jóhannes var yngstur, hann fall 18 ára gamal í 1917 í Hvannrók, sum er vestantil á Kallsoynni.
Av teimum 7 systkjunum er bara Jóhanna Mathea eftir.
Á Trøllanesi vóru trý hús í langsamiliga tíð. Men tá Pól giftist við Juliu Hansen av Húsum í 1943, bygdu tey á Trøllanesi. Saman við Jakku Samuelsen fekk Pól sær revagarð á Trøllanesi og hevði revar í nøkur ár. Hann plagdi m.a. at fleyga havhest at mata revarnar við.
Tað var tó ikki so leingi, at fýra húski vóru á Trøllanesi. Í 1961 fluttu Julia og Pól til Klaksvíkar. Men tá tey eldust búðu tey aftur í nøkur ár norðuri á Nesi.
Pól var m.a. útróðrarmaður. Saman við Petur Martin í Tungu í Mikladali og øðrum keypti hann útróðrarbátin Tind (nevndur eftir Nestindi), og teir róðu út frá Klaksvík.
Julia og Pól fingu 4 børn: Marita giftist við Martinus Holt, tey búsettust í Horsens. Eyðun giftist við Mildrid Niclasen úr Klaksvík, har tey búsettust. Jóngerð giftist við Kristian Poulsen úr Hvannasundi, tey búsettust í Havn. Yngst av børnunum er Steinvør.
Tað vanliga hevur verið í mong ár, at fólk av Trøllanesi hava verið grivin í Klaksvík. Men Pól varð jarðaður í heimbygdini.