Fyrsti brunnurin á føroyska landgrunninum boraður í næstu viku

Statoil fekk endaligu góðkenningina seinnapartin í gjár

 

OLJUVINNA

Beint fyri evstamark hjá Sosialinum í gjár komu boðini frá Oljumálastýrinum um, at Statoil seinnapartin í gjár fór at fáa góðkenningina at fara undir fyrstu leitiboringina eftir olju á føroyska landgrunninum.

? Boripallurin Sovereign Explorer, sum skal bora brunnin hjá Statoil samtakinum, er á veg móti Føroyum og verður væntandi á boristaðnum í morgin, segði Oljumálastýrið tíðindaskrivi.

Transocean, sum eigur pallin, roknar við, at eini fýra dagar ganga við at leggja pallin fyri akker á røttum stað, soleiðis at boringin kann byrja um miðu næstu viku.

Statoil hevur loyvi nummar 003, sum fevnir um eitt økið í ein landsynning úr Føroyum tætt við bretska markið. Brunnurin verður boraður á Longan leitmiðinum á 5° 11? 03.38??V og 60° 30?50.09?? N. Havdýpið á staðnum er 941 metrar.

Boringini er mett at taka 2-3 mánaðar.

Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sigur, at tað er ein spennandi tíð við nógvum avbjóðingum, sum liggur fyri framman:

? Vit mugu tó ikki gloyma, at vit tosa um leitiboringar, og at flestu oljuframleiðandi londini rundan um okkum høvdu long leitiskeið, áðrenn framleiðsluverdar nøgdir av kolvetni vórðu funnar.

Vit hava fingið ein stóran møguleika, sum eg haldi, vit skulu taka. Tað er ongin grund at stúra fyri, at tað ikki skal eydnast Føroyum at skipa oljuvinnuna á ein hátt, sum kemur samfelagnum til góðar, samstundis sum vit tryggja, at oljuvinnan ikki fær ov stóra ávirkan á samfelagið, mál og mentan.

? Eg eri vísur í, at ein møgulig oljuframleiðsla ber fleiri møguleikar enn vansar við sær, sigur hann.

Fyrsta loyvisumfarið á føroyska landgrunninum varð latið upp 17. februar 2000, og móttók Oljumálastýrið 22 umsóknir frá 17 feløgum. 17. august sama ár veitti landsstýrismaðurin í oljumálum 7 leiti- og framleiðsluloyvi til 12 feløg, tey flestu skipað í samtøk.

Umframt Statoil fara BP og Amerada Hess samtakið eftir ætlan eisini at bora í summar.