Bilasølustevna á Giljanesi

Um vikuskiftið skipa FS Vágar Stuðlar fyri bilasølustevnu í ítróttarhøllini á Giljanesi. Umframt nýggjar bilar ber eisini til at bjóða upp á ein brúktan bil og eitt ellisakfar

FSV Stuðlar skipa fyri bilasølustevnu á Giljanesi um vikuskiftið. Byrjað verður leygardagin klokkan 14.00, og hildið veerður á til sunnukvøldið klokkan 20.00.
Fimm bilasølur fara at sýna nýggjar bilar fram á stevnuni. Umframt verða bæði tryggingarfeløgini umboðað, eins og Føroya Banki eisini fer at vera til staðar á stevnuni.
Tað verðató ikki bara nýggir bilar, sum verða at síggja á bilasølustenvuni á Giljanesi. Eisini ein av gomlu bilunum hjá Hans Elmari Poulsen í Vatnsoyrum verður at síggja. Og um hóskandi boð fæst, er Elmar sinnaður at selja bilin, siga fyrireikararnir av stevnuni.
Eisini ein annar brúktur bilur verður seldur á stevnuni. Hann er knapt so gamal sum elliakfarið úr Vatnsoyrum. Talan er um ein brúktan Hyundai Accent, sum verður seldur á uppboði leygarkvøldið klokkan 19.00, sigur ein av fyrireikarunum, Páll Joensen.
Sum vanligt er á slíkum stevnum, verður ymsikt undirhald eisini til teirra, sum koma framvið.
Livandi tónleikur verður at hoyra, eins og tað fer at bera til at keypa ymsikt til matna. Eisini verða mótasýningar á pallinum.
Tónleikarar sum Hans Ravnsfjall og Jens Tumams Næs verða at hoyra leygardagin. Og sunnudagin fer fyrst Ungdómsorkestrið í Vágum at spæla, og seinni um kvøldið verður høvið at hoyra Magna Kristiansen á pallinum.
Umframt mangt annað, sum verður at uppliva, verða eisini Gøll og Hvølvus hjá Ráðnum fyri Ferðslutryd á stevnuni.
Sum rímiligt er veðru eisini fótbóltur. Tó bert ein. Sunnukvøldið fer Eyðun Jensen at vísi síni kynstrur við bóltinum. Og tá ber til at tippa um, hvussu ofta hann klárar at sparka til bóltin, uttan at hann nertir við pallin. Tann, sum næstur er, vinnur eina peningagávu, siga fyrireikararnir.
Børn, sum koma saman við foreldrum ella øðrum vaksnum, sleppa ókeypis inn. Og til teirra er eisini ókeypis spælipláss í fimleikarhøllini, siga fyrireikararnir.