Gunnar Dahl-Olsen lagt seg á odda

Súkkling: Gunnar Dahl-Olsen vann ársins fyrstu Grand Prix-kapping og er sostatt á odda í samlaðu kappingini

Sum vanligt er, byrjaði súkklukappingin Grand Prix Føroyar á norðoyastevnu. Fimm kappingar afturat skulu avgreiðast í ár, og verða tær á stevnunum, har FM-róður er, tann seinasta á ólavsøku.

Eitt sindur av útskiftingum hava verið á føroyska súkklupallinum í mun til í fjør. Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen eru báðir í Danmark, og teir hava verið millum okkara bestu súkklarar seinastu árini.

Av teimum »etableraðu« er Gunnar Dahl-Olsen framvegis við, hóast hann orsakað av arbeiði ikki hevur stundir til at venja so nógv sum fyrr.

Og tað var eisini Gunnar Dahl-Olsen, sum var drúgvastur í kappingini á norðoyastevnu.

Tað regnaði illa í Klaksvík leygardagin, og av tí sama bleiv tað rættiliga hált at súkkla. Hetta gjørdi seg serliga galdandi á gongubreytini, har hvíta málingin var sera ringt undirlag hjá súkklunum.

Hetta ávirkaði eisini kappingina rættiliga nógv. Fleiri súkklarar duttu, og súkklingin bleiv eisini rættiliga taktisk. Á hálu breytini hættaði eingin sær at royna at sleppa frá hinum, men í staðin blivu kreftirnar spardar til endaspurtin.

Har gjørdist kappingin hørð millum fýra súkklarar, men endin var, at Gunnar Dahl-Olsen var fyrstur um málstrikuna framman fyri Kjartan Egholm, Kára Brattaberg og Sverra Mohr Edvinsson.

Ein av teimum, ið varð roknaður millum favorittarnar, var Jóhann Brend, men hann var so óheppin at punktera og endaði á sjeynda plássi.

Næsta Grand Prix-kappingin verður longu leygardagin á Eystanstevnu í Runavík. Tað verður eins og í Klaksvík býarkoyring í 50 minuttir og so eitt umfar afturat.

Úrslitið av Grand Prix Føroyar 1998 á norðoyastevnu í Klaksvík:


1. Gunnar Dahl-Olsen

2. Kjartan Egholm

3. Kári Brattaberg

4. Sverri Mohr Edvinsson

5. Eyðun Poulsen

6. Kári Simonsen

7. Jóhan Brend

8. Esmar Joensen

9. Eyvind A. Hansen

10. Høgni Øster

Ísak Sambleben, útgingin

Chr. Guttesen, útgingin