Alt gongur upp á stás

Samskiparin av Prix Føroyum er væl nøgdur við Prixið higartil. Umførini hava gingið sera væl, tónleikurin hevur verið góður, og aftur hesaferð er áhugin millum fólk fyri kappingini sera stórur

Prix Føroyar tónleikakappingin hevur aftur einaferð staðfest sína støðu sum eitt spennandi og populert tiltak í føroyskum tónleikalívi.
? Vit eru sera væl nøgd við umførini higartil. Áhugin fyri kappingini hevur verið stórur, og tvey av umførunum hava verið útseld. Bólkarnir hava verið góður, tónleikurin hevur verið áhugarverdur og varieraður, og øll fyrireiking og avvikling hevur gingið sum ætlað, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prixnum.
Hann er fegin um, at allir tónleikararnir taka kappingina í so stórum álvara.
? Bólkarnir eru væl fyrireikaðir, tónleikararnir halda tíðirnar, teir eru edrúir og disiplineraðir, og tí koyrir alt so væl. Tað er ein fragd at arbeiða vi so professionellum tónleikarum, sigur Fróði Vestergaard.

Breitt úrval av tónleik
Samskiparin av Prixnum er væl nøgdur við, at variatiónin í tónleikinum er størri hesaferð, enn hon onkuntíð hevur verið.
? Vit hava nógv ymisk sløg av tónleiki. Tann melodiøsi popprockurin er betri umboðaður, enn hann onkuntíð hevur verið, men vit hava eisini nógvar nýskapandi og meira alternativar bólkar. Samanumtikið er støðið sera høgt, og eingin bólkur hevur verið vánaligur.
? Tað er gott, at royndir tónleikarar sum Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, All That Rain og Rok vilja verða við í Prixnum, samstundis sum vit hava spennandi ungar bólkar sum Lawetz, Makrel, Side Effect og aðrar við eisini. Breiddin er sera stór.
Fróði Vestergaard kennir seg sannførdan um, at Prixið fer at kunna bjóða teimum útlendsku gestunum, sum plaga at koma til finaluna, nógvan góðan tónleik.
? Um tað skuldi hent, at teir meira poppkendu bólkarnir komu í finaluna, so hava vit møguleikan at blanda kortini eitt sindur við at bjóða meira alternativum bólkum við eisini. Í øllum førum kunnu vit bjóða nógvan góðan og verieraðan tónleik, sigur Fróði Vestergaard.