Ólavur í Beiti
Teir tríggir tingmenninir, Jógvan Durhuus, Eyðun Hansen og Hans Pauli Strøm, spurdu Finnboga Arge, samferðslumálaráðharra, hví einki verður sagt um vegin til Tjørnuvíkar í raðfestingini á samferðsluøkinum? Eisini vildu teir hava at vita, hvørjar ætlanir landstýrið/landsverkfrøðingurin hevur um vegin til Tjørnuvíkar?
Í svari sínum til hesar báðar spurningar, sigur Finnbogi Arge, at ætlanin við samferðsluverkætlanini ikki er at gera eina endaliga raðfesting av íløgunum á øllum samferðsluøkinum. Hevði frágreiðingin hinvegin kunna verið ein partur av grundarlagnum, sum løgtingið og landsstýrið í komandi tíðum fara at raðfesta út frá, er endamálið rokkið.
Høvuðstrupulleiki
Og víðari svarar hann, at ein av høvuðstrupulleikunum við einhvørji frágreiðing er innihaldsavmarkingin. Sjálvt kommissoriið leggur høvuðskarmarnar, men sum arbeiðið líður, er altíð tørvur á nærri lýstum mørkum. Hvat skal takast við? Hvussu ítøkiligt skal hvørt evni viðgerast? o.t.
? Tað verður nevnt bæði í formælinum og í samandráttinum í samferðsluætlanini, at tað helst eru nógvar smærri verkætlanir, sum tørvur er á at lýsa nærri. Verkætlanarbólkurin hevur tó valt at leggja meginpartin av orkuni í at lýsa tær verkætlanir, sum hava størst ávirkan á heildarmyndina av framtíðar samferðslukervi landsins.
? Við hesum í huga sæst, at frágreiðingin stílar eftir at fáa forstáilsi fyri, at samferðsluøkið verður útbygt soleiðis, at landfast verður fyri ein stóran part norðanfyri, meðan sunnaru Føroyar fáa betri ferjusamband.
? Sum nevnt eru fleiri smærri verkætlanir, sum mugu lýsast (og helst setast í verk), samstundis sum hildið verður fast við høvuðsmyndina, men tær hava so ikki fingið innivist í hesi fyrstu samferðsluætlanini. Seinni samferðsluætlanir ? ella konkretar kostnað/nyttu kanningar - fara at viðgera eisini smærri verkætlanir, og tá kemur vegurin til Tjørnuvíkar ivaleyst eisini á borðið aftur, svarar Finnbogi Arge fyrispurninginum hjá teimum trimum tingmonnunum.









