Venjingarstøðan á muni

Hoyvíkingar tykjast als ikki at vera í venjing enn, og hetta varð revsað av heimaliðnum, sum tóktist vera væl fyri

StÍF-H71 (39-19) (19-10)


Tá tølini tala so týðiliga, sum tey gera omanfyri, sigur tað seg sjálvt, at tað var stórur munur á teimum báðum liðunum, sum dystaðust á Skála sunnudagin.

Hoyvíkingar høvdu skavað sæt liðið saman, við hjálp av leikarum, sum als ikki tykjast vera í nóg góðari venjing, og hetta vórðu teir eisini revsaðir fyri.


Einkisigandi úrsit

Spælið hjá heimaliðnum hekk hinvegin væl saman. Teir vóru nærlagdir í verjupartinum, og í leikandi venjaranum hava teir so avgjørt fingið ein spælara, sum kann styrkja um liðið.

Bóltførleikin og leikferðin hjá StÍF var langt omanfyri tí, sum H71 megnaði at vísa, og tí var einki at siga til, at munurin í tølum gjørdist somikið stórur.

Um liðini bæði er heldur torført at meta, eftir ein slíkan dyst, men tað tykist tó fullkomuliga greitt, at venjingarstøðan hjá hoyvíkingunum skal betrast munandi, um liðið skal vinna seg út botninum hetta kappingarárið.

Strandingar hava longu prógvað, at tað eru fleiri frægir hondbóltsspælarar á liðnum. Spurningurin er so, hvørt hetta er nóg mikið til at vinna seg upp á ovastu rók, og hesin kann ikki svarast, fyrr enn mótstøðan hevur verið nakað væl størri, enn hon var leygardagin.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

StÍF: Artur Johansen 8 (2), Costin Dumitrescu 8 (2), Alexandur Johansen 5, Marius Joensen 4, Bent Djurhuus 4, Pauli Poulsen 3, Andre Danielsen 3, Kristjan Petursson 2


H71: Stefan Dorofte 8 (1), Halgir Dahl-Olesen 4 (1), Rolf Mouritsen 2, Johnny Djurhuus 1, René Dahl-Olesen 1, Eyðun Højgaard 1, Annfinnur N. Debess 1, Hallur Danielsen 1


Brotskøst:

StÍF 4, H71 4


Útvísingar:

StÍF 5, H71 7


Dómarar úr Neistanum:

Kristian Johansen og Hjalmar Petersen