øskukalt undir Lítla Hamri. Vit fara øll at sakna Símun. Vit hava djúpa samkenslu við tykkum øllum, ið eru hansara nærmasta familja. Tit og vit øll hava mist ein góðan vin. Æra veri minnið um Símun Næs í Nesi [...] teir høvdu verið burturi í langa tíð, og tá ið teir nærkaðist Føroyum aftur, varð vindstilli og teir komu ikki at landi. "Tá var lagið alt annað enn gott, tá tagdu menn", plagdi Símun at siga. Hvørt barn [...] av tí besta og Símun kom á vitjan. Vit sótu uttanfyri og tosaðu um, hvussu gott tað var fyri menniskjasálina at merkja sólin. Her situr hann og nanar. Í hesum fangi hava mong børn gjøgnum árini sitið og
ímillum so leingi. »Tey eru øðrvísi enn vit, og hugsa øðrvísi enn vit«. Eg helt meg ikki skilja á svari hansara, at tey av teirri orsøk vóru verri menniskju enn vit. Tey vóru bæði blíð og glað. Ein annar [...] framúr góði frásøgumaður Heini Olsen, verkfrøðingur úr Vestmanna, heim aftur til Føroya. Hann hevði tá verið burturstaddur í Persia-landi í so mong ár, at útvarp Føroya helt tað vera vert at fáa eitt prát [...] doyggja av fiti. Men eitt var vist, fer tað nú at vera so vorðið hereftir, at hvør grindamaður skal hava ein heilan grindahval í sín part, hvørja ferð, ið grind leggur beinini, so er ikki at vænta, at búkarnir
Mest men ikki størst Tað var nevnliga soleiðis, at tá vit nærkaðust Nólsoynni varð sjógvurin nakað kyrrari, og nú skiparin, Birgir Enni, segði seg hava eitt mið, var málageipanin aftur at hoyra. Skjótt [...] framat sjálvur. Janni Virtanen var framvegis raskastur at fiska, tá tosað varð um nøgd, men reyðfiskurin hjá Ilka hevði framvegis munin í stødd. Tá so venjarin aftur fekk fatur á einum stórum reyðfiski, ásannaðu [...] átti heimsins sterkasti, og smílið var stórt, tá hann ikki sørt erpin helt fyri, at hann hevði ávarað teir frammanundan. Smílið gjørdist tó nakað minni, tá venjari hansara, Ilka Kinnunen, dróg higartil
hvussu støðan verður næsta ár. - Nú fáa vit at síggja, tí hetta eru bara fyribils avtalur, ið vit hava gjørt. Einki varandi er komið uppá pláss, og tí mugu vit hava fund við Undirvísingar- og og mentamálastýrið [...] tríggjar deildirnar hava tikið nýggjar studentar inn, og tær hava eisini tikið nógvar nýggjar sammett við onnur ár. Á Náttúruvísindadeildini eru 20 nýggir studentar í støðisútbúgving í stødd- og alisfrøði. [...] Spurd um tað ikki er løgið at taka so nógvar nýggjar studentar inn, tá umstøðurnar eru so vánaligar, svarar Malan Marnersdóttir, at tey hava tikið inn eftir tí, tey fingu lovað áðrenn summarfrítíðina. Hon
flokkar taka valdið, verður tann fría pressan steðgað. VIT eru avgjørt ikki í eini slíkari støðu, men eftir at bygnaðurin varð broyttur og eftir at vit fingu eina nýggja kringvarpslóg, komu teir almennu [...] maðurin, at ein nevnd skal hava ábyrgdina, eins og í einum partafelag. Hetta er óivað ein gongd leið, men so er eisini neyðugt, at nevndin er fullkomiliga óheft. Hon má hava skil fyri fíggjarviðurskiftum [...] ikki sigast annað, enn at hetta er skilagóð hugsan. ?Pressan? er ein av stólpunum í fólkaræðinum. Tað veri seg tann skrivaða pressan ella tann luftborna pressan. Uttan eina fría pressu er altíð vandi á ferð
ENN hava vit ikki hoyrt, hvat danska stjórnin sigur til, at landsstýrið ikki vil samráðsat um eina búskaparliga skiftistíð, tí hesa skiftistíð ætlar landsstýrið at klára uttan danska luttøku. Heldur ikki [...] ikki hava vit hoyrt, hvat stjórnin sigur til, at trý øki skulu samráðast upp á pláss undan samráðingunum tann 26. oktober. Hesum skulu embætismenn og ráðharrarnir á hesum økjum standa fyri. Men neyvan fer [...] nógv fløðir í landskassan ? at fáa eina slíka stødd, sum er neyðug, um hann skal vera búskaparliga bolverkið og gjalda hallið í landskassaroknskapinum, tá tann fýra ára langa skiftistíðin er farin afturum
sum verjir høvdið við ein síðusamanstoyt. Pakkar við eykaútgerð Volvo hava fleiri eykaútgerðspakkar at velja ímillum. Hesin, vit royndarkoyrdu, hevur hevur t.d. STC antispinn, automatiskt klimaanlegg [...] Magnus Gunnarsson Rúmligir stationvognar Volvo stationvognarnir hava altíð verið rúmligir, brúkaravinarligir og nógv brúktir av fólki við egnum virki ella sum arbeiðsbilar hjá fyritøkum. Eyðkenni fyri [...] møguligt. Ístaðin er tað heildin, sum telur - at trygdin er grundleggjandi innbygd í bilin. Vil man hava mest møguliga verju í bilin, skal tann aktiva og passiva trygdin arbeiða saman. V70 hevur eitt nú
teirra avvarandi, har er einki at taka seg aftur í, at vit føroyingar hava alstórar fyrimunir málsliga, har hava flestu okkara vinir og kenningar o.s.fr., tá farið verðurtil Danmarkar, heldur enn til onnur lond [...] teir stóru fyrimunir vit føroyingar hava av at fáa læknaliga serhjálp, fyrst og fremst á Ríkissjúkrahúsinum, og aðrastaðni við í Danmark, har serkunnleikin nú einaferð er at finna, tá okkara egni læknaførleiki [...] greiðir frá einum persónligum dømi, tá hon var stødd á Ríkissjúkrahúsinum við einum av hennara nærmastu. Eftir at allar kanningar vóru gjørdar, hendi kortini einki. Tá tey fóru at ótolnast, var svarið frá
beinraknan boðskap og ferð at framføra mildan kórtónleik, júst sum vit kenna Siloakórið fyri. Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum sigur at tey hava eisini fingið stuðul frá nøkrum sera dugnaligum tónleikarum [...] m. Siloakórið leggur fyri á festivalinum leygardagin. Heini Lützen: Hann kenna vit øll. Hevur í mong ár veri sera virkin í Føroyska tónleikaheiminum og við fleiri fløguútgávum á baki. Hann fer fyri tað [...] var barn hevur hon sungi nógv. Tá hon var 5 ár framførdi hon saman vi sistur síni í missiónshúsinum har hon búði og skjótt bleiv tað til fleiri og fleiri framførðslur. Tá systurin flutti heiman helt hon
Tað hevur regnað av grimd alla tíðina, vit hava verið inni í skorini. Men ikki eru vit meira enn setstir at fáa okkum aftur á Skoradali, tá tað slítur í, og vit sita knappliga í besta summarveðri. Jú, [...] enn at vit fara inn í skorina, tá klárt er. Ein biti verður fingin niðurum, og ryggsekkir og tað, sum ikki er neyðugt at bera við, verður lagt eftir. Enn sum fyrr halda menn gamlan sið og hava eina stilla [...] er ikki at bíða. Hinir seyðirnir eru farnir vesturum, og tríggjar hava vit ikki sæð enn. Men komnir vestur á vestasta ryggin, síggja vit teir oman fyri okkum, og lagið batnar alsamt. Eitt lop hevur verið