ENN hava vit ikki hoyrt, hvat danska stjórnin sigur til, at landsstýrið ikki vil samráðsat um eina búskaparliga skiftistíð, tí hesa skiftistíð ætlar landsstýrið at klára uttan danska luttøku. Heldur ikki hava vit hoyrt, hvat stjórnin sigur til, at trý øki skulu samráðast upp á pláss undan samráðingunum tann 26. oktober. Hesum skulu embætismenn og ráðharrarnir á hesum økjum standa fyri. Men neyvan fer stjórnin glaðbeint at góðtaka hetta útspæl løgmans.
TAÐ kann tykjast, at landsstýrið provokerar donsku stjórnina við hesum uppskotinum um samráðingargongd. Men í øllum førum provokerar landsstýrið okkara fólkavalda ting. Avtalað er, at uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum skal hava allar týðandi upplýsingar um samráðingarnar og tilgongdina í fullveldisætlanini. Okkum er upplýst, at uttanlandsnevndin er ikki kunnað um seinasta brævið frá landsstýrinum til stjórnina. Heldur ikki er uttanlandsnevndin kunnað um nógv umrøddu brøvini til ST og NATO, sum landsstýrið kortini roynir at tileinkisgera. Framferðin í hesum trimum førum bøtir ikki um umdømi landsstýrisins, sum frammanundan ikki er serliga gott. Sambært seinastu veljarakanningini hevur landsstýrið ikki meirilutan aftan fyri seg í Løgtinginum. Heldur ikki fær landsstýrið meiriluta fyri fullveldisætlanini.
AT løgmaður ger støðuna upp er skilligt. Hann og tegnar hans kunnu ikki eina fjórðu ferð koma frá samráðingum sum av torvheiðum. Nú má eitt veruligt frambrot henda, um haldast skal fram eftir tí løgdu kósini. Men spurningurin er, um landsstýrið ikki hevur gjørt støðu sína verri við hesum seinasta brævinum, og við ætlanini at halda skiftistíðina uttan fyri samráðingarnar.
TAÐ undrar óivað bæði stjórn og føroyingar sum heild, at landsstýrið skal sjálvt klára skiftistíðina, tí hon hevur verið og fer at verða størsti spurningurin. Ein føroyskur búskapargrunnur fer ikki ? hóast nógv fløðir í landskassan ? at fáa eina slíka stødd, sum er neyðug, um hann skal vera búskaparliga bolverkið og gjalda hallið í landskassaroknskapinum, tá tann fýra ára langa skiftistíðin er farin afturum. Brævið og ætlan landsstýrisins tykist tí at vera ein provokatión móti føroyingum og vanligum skynsemi.