Fróðskaparsetrið illa spert

Nú eru studentarnir á Setrinum farnir aftur á skúlabonk, men umstøðurnar eru alt annað enn góðar, tí húsast verður í seks ymiskum bygningum

 

Fróðskaparsetrið hevur sett met við nýggjum studentum. 82 nýggj andlit verða at síggja á Setrinum í ár. Av teimum tilsamans 130 studentunum eru 82, sum byrja lesturin á fyrsta ári. Hetta er væl meira enn helvtin av øllum studentunum.

Orsøkin til ta stóru tilgongdina er, at allar tríggjar deildirnar hava tikið nýggjar studentar inn, og tær hava eisini tikið nógvar nýggjar sammett við onnur ár.

Á Náttúruvísindadeildini eru 20 nýggir studentar í støðisútbúgving í stødd- og alisfrøði. Á Føroyamálsdeildini eru 25 tikin inn til exam. art. í norðurlendskum og serliga føroyskum máli og bókmentum. Á søgu- og samfelagsdeildini eru 37 nýggir studentar tiknir inn til ársnám í samfelagsfrøði. Ársnámini eru fleiri í tali, og tey kunnu setast saman til BA.

Tey samfelagsfrøðiligu námini eru tey einastu nýggju skeiðini á Fróðskaparsetrinum.


Einki pláss

Tað er óivað gleðiligt, at alt fleiri velja at fáa sær víðari útbúgving her heima, men umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum eru sera vánaligar.

Í løtuni eru ikki færri enn seks ymiskir bygningar, sum Fróðskaparsetrið nýtir. Nakrar deildir eru í teirra egnu húsum í Nóatúni og í seturshúsunum á Debesartrøð. Søgu- og samfelagsdeildin er í J.C. Svabosgøtu. Harumframt er undirvísing í Brúna skúla hjá Venjingarskúlanum og úti á Sjómansskúlanum. Umsitingin húsast á setursskrivstovuni, sum liggur handan Á.

Her eru tilsamans seks ymiskar adressur, sum studentarnir mugu renna ímillum, og tað fer ikki at bera til í longdini.

Malan Marnersdóttir er rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og hon sigur, at hetta er alt plássið, sum tey hava fingið. Hon leggur afturat, at plásstrot og hølistrupulleikar er ein vanligur trupulleiki hjá fleiri almennum lærustovnum. Fróðskaparsetrið er sostatt ikki eindømi.

Spurd um tað ikki er løgið at taka so nógvar nýggjar studentar inn, tá umstøðurnar eru so vánaligar, svarar Malan Marnersdóttir, at tey hava tikið inn eftir tí, tey fingu lovað áðrenn summarfrítíðina. Hon ásannar samstundis, at umstøðurnar eru als ikki nóg góðar.

Hon sigur eisini, at hølini á Sjómansskúlanum fingu tey lyfti um einaferð í vár.

Enn er eingin varandi loysn funnin á hølistrupulleikunum á einum av okkara hægstu lærustovnum, og ógreitt er, hvussu støðan verður næsta ár.

- Nú fáa vit at síggja, tí hetta eru bara fyribils avtalur, ið vit hava gjørt. Einki varandi er komið uppá pláss, og tí mugu vit hava fund við Undirvísingar- og og mentamálastýrið og saman finna eina loysn á málinum, sigur Malan Marnersdóttir.

Hon sigur seg sjálvandi vænta, at okkurt munagott kemur burturúr.

Rektarin á Fróðskaparsetrinum er enn ikki greiður yvir, um talan verður um at fara undir at byggja nýggjan bygning til Fróðskaparsetrið, og hon skuldi verið tann fyrsta at fingið nakað at vita tí viðvíkjandi .


Neyðugt við lestrarumhvørvi

Tað er avgjørt tørvur á betri umstøðum fyri studentarnar á Setrinum, tí støðan í dag er ótolandi við so nógvum ymiskum bygningum.

- Tað er sjálvandi best, um Fróðskaparsetrið verður savnað undir eina lon, so studentar kunnu uppliva eitt veruligt lestrar- og granskingarumhvørvi, tí tað er ein týðandi partur av lestrinum, sigur Malan Marnersdóttir.

- Studentarnir hava heilt einfalt ov vánalig viðurskifti. Tað eru nøkur spjadd undirvísingarhøli og einki annað, leggur Malan afturat.

Studentarnir hava sostatt ikki serliga góðar møguleikar at koma saman uttanfyri skúlastovuna, og tað eigur tað at verða møguleiki fyri.


Nýggjar lærugreinar

Hóast teir núverandi álvarsomu trupulleikarnar hava tey gott mót á Fróðskaparsetrinum, tí í næstum verður farið undir eina nýggja útbúgving.

Ætlanin er, at geva føroyingum møguleika at fáa eina KT útbúgving á Setrinum. Í vár varð tosað um at byrja eitt KT nám, og tær ætlanirnar eru ikki sleptar enn.

Talan er um framhald av støðisútbúgving í KT-frøði, og tað verður ein opin útbúgving, har studentarnir bara eru hálva tíð. Teir taka so eina hálvtannað ára útbúgving yvir trý ár.

Ætlanin var at fáa tað í gongd í ár, men tað hevur ikki ligið fyri.