Volvo V70 ? ein luksus stationvognur

Í februar høvdu vit eina grein um Volvo V70, ið skuldi koma á marknaðin í mars mánaða. Nú er bilurin komin higar til lands, og hann tekur seg væl út.

 

Magnus Gunnarsson


Rúmligir stationvognar

Volvo stationvognarnir hava altíð verið rúmligir, brúkaravinarligir og nógv brúktir av fólki við egnum virki ella sum arbeiðsbilar hjá fyritøkum. Eyðkenni fyri hesar stóru stationvognar er, at rúmið innan, frá baksetrinum til baklúkuna, er stórt og arbeiðsligt. Hetta hevur verið galdandi líka frá Volvo PV til 144 og 240 seriuna.


Gjøgnumførdur og rúmligur

Volvo V70 er ein luksusbilur burturav, og føraraplássið er so gjøgnumført, sum man kann hugsa sær. Tað er ikki neyðugt at siga, at ein bilur í hesi støddini eisini er rúmligur innan og gott pláss er til beinini. Hóast V70 er bygdur yvir sama plattform sum Volvo S80, er hann ein 11 cm stytri bilur, ið ikki er bygdur yvir ein persónvogn, men er ein nýggjur stationvognur.


Tryggur sum ein Volvo

Hjá Volvo er trygd ikki tað sama sum at bilurin hevur so nógvar ymiskar trygdarskipanir sum møguligt. Ístaðin er tað heildin, sum telur - at trygdin er grundleggjandi innbygd í bilin. Vil man hava mest møguliga verju í bilin, skal tann aktiva og passiva trygdin arbeiða saman. V70 hevur eitt nú aktivar WHIPS nakkapútur og IC (Inflatable Curtin), sum verjir høvdið við ein síðusamanstoyt.


Pakkar við eykaútgerð

Volvo hava fleiri eykaútgerðspakkar at velja ímillum. Hesin, vit royndarkoyrdu, hevur hevur t.d. STC antispinn, automatiskt klimaanlegg, informatiónssentur, fartpilot, tokulyktir, leðursetur, leðurrætt, træpanelir og 16? felgur. Eisini kann bilurin leverast við setrum í viðførisrúminum, ið venda aftureftir, har pláss er til tvey børn. Tá setrini ikki eru í brúk, kunnu tey leggjast undir viðførirúmið.

V70 fæst einans við fimm syl. bensin og dieselmotorum. Hesin er ein 2,4 litur við 5 syl. bensinmotori, 170 hk og automat gear.



Volvo V70

Motorurin 2.4 litur 5 syl 170 hk

0-100 km/t 9,0 sek.

Bensinnýtsla 11,3 km/l

Dekkstødd 215/55-16

Stødd og vekt

Longd 471,0 cm

Breidd 180,4 cm

Hædd 148,8 cm

Eginvekt 1528 kg

Totalvekt 2150 kg

Prísur kr. 442.800,-

Søluumboð P/F Brøður Petersen Bilar

Hoyvíksvegur 61

FO-110 Tórshavn

Tlf. 314360