Høgur livifótur, lágur livifótur! Høgt lívsvirðið, lágt lívsvirði!

Ein heldur løgin yvirskrift, men kanska verd at hugsa um eina løtu í hesum døgum, har vit so ofta verða mint á høgan og lágan livifót eins og var einki annað til í hesum heimi.

 

Tað er ikki vist, at tað er heilt óneyðugt at seta sær sjálvum tann spurning, um: høgur livifótur altíð er tað sama sum høgt lívsvirði. Ella um: lágur livifótur altíð er tað sama sum lágt lívsvirði.

Fyri mongum árum síðani vendi okkara framúr góði frásøgumaður Heini Olsen, verkfrøðingur úr Vestmanna, heim aftur til Føroya. Hann hevði tá verið burturstaddur í Persia-landi í so mong ár, at útvarp Føroya helt tað vera vert at fáa eitt prát í lag við Heina.

Arbeiði hansara í eysturlondum var at læra hesi fólk at gera vesturlendskar vegir og brýr, og hetta var teimum kærkomin læra.

Ein av spurningunum, ið útvarpið setti Heina var, hvat hann helt um hesi fólk, hann nú hevði verið ímillum so leingi. »Tey eru øðrvísi enn vit, og hugsa øðrvísi enn vit«. Eg helt meg ikki skilja á svari hansara, at tey av teirri orsøk vóru verri menniskju enn vit. Tey vóru bæði blíð og glað.

Ein annar spurningur til Heina var, um hann legði merki til nakra broyting í Føroyum, eftir hesi mongu ár, hann hevði verið burturstaddur. Jú tað helt hann. Her var mikið hent. Nógv stór og vøkur fiskiskip vóru komin til landið. Vegir og bryggjur vóru eisini broytt og síðan stór og flott hús. Livifóturin segðist eisini vera nógv hækkaður men, legði hann afturat: Størsta broytingin, ið hann enn var komin fram á, vóru allir hesir feitu mennirnir og hesir stóru búkarnir.

Fyrr visti man, at tað vóru einir fimm ella seks væla búkar í øllum Føroyum. Tað hevur so svarað til umleið ein tílíkur búkur uppá hvørt sýsli, men nú vóru fleiri í hvørjari bygd.

Nú er so spurningurin um okkara hækkaði livifótur altíð er tað sama sum hækkað lívsvriði?

9. august í ár 2000, visti eitt av tíðindabløðum okkara at siga at 1,1 milliard menniskju viga meira enn lækni teirra kann viðmæla. Tey doyggja av fiti. Men eitt var vist, fer tað nú at vera so vorðið hereftir, at hvør grindamaður skal hava ein heilan grindahval í sín part, hvørja ferð, ið grind leggur beinini, so er ikki at vænta, at búkarnir gerast minni. Líka so vist man vera, at fleiri eru tey, ið ynskja bæði heming og tvøstsnert á hesar grinda hamstrarar, og tað økir ikki um lívsvirði.

Tó er ilt at meta um, hvat tey ymsu halda, tí fyri summum tykist munurin ikki at vera so stórur, um talan er um eina góða spikfjós ella okkara móðurmál.

Hvør kundi eitt nú minst til, at nakar týðandi føroyskur polittikari heldur tað vera heilt nattúrligt og enntá frøist um, at altjóða felagsskapurin S.T. ikki virðir Føroya Landsstýri so frægt, at teir hirða at svara einum náttúrliga settum skrivligum spurningi?

Og hvør kundi minst til, at fleiri føroyingar halda tað vera eina vælagerð, at danir nú ár 2000 lýsa fyri alheimstjóðum, at føroyingar er eitt minnilutamál í danska ríkinum? Nei, her átti mangur maður heldur at tára, og hetta tykist bæði óhugnaligt og óskiljandi.

Ikki vóru skaldini bæði Fr. Petersen og Jóannes Patursson altíð samdir á tí polittiska vígvøllinum, men hygg her, hvussu samdir teir vóru í málsspurninginum.

Fr. Petersen yrkti:

O, móðurmál, stórt er títt fall

úr tínum ærustóli,

fyrr virdu allir teg sum jall

í tínum egna bóli


teir róku teg av kirkju út

og aftur burt av tingi;

tú mátti liva við sorg og sút?

so hevur lív títt gingið.


Jóannes Patursson yrkti:

Nei, teir skjóta fyri stokk og slá,

og har torir eingin at herja á.


Í Havnar skúla har er so trongt,

at móðurmálið er útistongt.


Hvørgin av hesum monnum helt tað verða gott, ei heldur rætt. Men aftur hesu ferð glitrar posin við lokkubitunum úti í havsbrúnni. Nú verður kunngjørt á danatingi, at tit føroyingar skulu í ár fáa 25 milliónir frá okkum í stuðli. ( Eru teir kanska ikki fittir?)

Eg fari at enda greinastubban við einum ørindi frá einum triðja skaldi okkara J. Dahl:

Og eiga tit kærleika til móðurlands,

lat kærleikan sýnast í verki!

Og eigum vær trúgv, so stígum fram,

og móðurmál veri várt merki!


Sjúrður Poulsen