Atlantsrisar á Atlantshavi

Hóast teir allir eru kappingarneytar, duga sterku vinmenninir hjá Regini eisini at hugna sær saman. Undan kappingini um Atlantsrisan vóru teir við Norðlýsinum á floti

Flestum kunnugt var undanfarna vikuskifti stór, ella skuldi ein sagt RISAstór, kapping hildin í lítla høvuðsstaði okkara.

Sterkir menn úr ymsum londum vóru komnir til Føroya, við tí endamáli at fáa greiðu á, hvør kundi rópa seg Atlantsrisan komandi árið.


Ikki bert kapping

Hetta við kappingini, var sjálvsagt fremsta endamál við ferðini hjá ymsu risunum, men harumframt vóru eisini onnur tiltøk á skránni. Tiltøk, sum sýndu, at við síðuna av sjálvum kappingunum eru stóru menninir bert menniskju, eins og vit onnur, hóast nógv av tí teir takast við, helst má flokkast undir tað danir nevna ómenniskjaligt.

Besta dømi um hetta mundi vera fríggjadagurin, har kappingarneytarnir saman løddu battaríini til komandi kappingina.

Fyrst vóru teir savnaðir niðri á internet-caféini, Orbit, har teir hugnaðu sær óført við at kappast í telduspølum. Fleiri høvdu sjálvandi ynski um at koma á tal við, og kanska fáa ein autograf frá, sterku monnunum, og tí fóru teir eftir hetta niðan í SMS, har teir í ein tíma ella so kundu hittast í 3?arin eletronics, og tað var eisini heilt fitt av fólki, sum nýtti hetta høvi.

Á risunum sjálvum skiltist tó, at eingin ivi var um, hvør stóra hendingin á degnum skuldi vera. Høvuðsstuðulin hjá Regini Vágadal, Formula.fo, hevði boðið teimum eina útferð við Norðlýsinum, og hetta fekk beinanvegin góða undirtøku millum teir átta kappingarneytarnar.


Janni bjóðaði av

Hugurin til útferðina gjørdist ikki minni, tá høvuðsdómarin, Jamie Reeves, kunngjørdi eina avbjóðing á tíðindafundinum, sum varð hildin fríggjamorgunin.

Tað vísti seg nevnliga, at heimsins sterkasti maður, Janni Virtanen, hevði bjóða hinum av í fiskikapping. Hann helt ikki, at nakar hevði kjans at vinna á sær í hesum, og skeyt tí upp, at allir rindaðu fimm pund í eina felags pulju, og tann, sum fekk størsta fiskin, skuldi síðani eiga pengarnar.

Undirtøkan millum hinar var stór, og tað var ikki við sørt av spenningi, at teir um fýra tíðina fríggjadagin hittust við Bursatanga, har Norðlýsið lá klárt at loysa frá landi.

At spenningurin var stórur, var einki at ivast í. Súpan var bíløgd úr býnum, og tá henda ikki var komin fram til ásettu tíðina, byrjaðu teir beinan vegin at ótolnast. Teir vildu til havs, og ongantíð ov skjótt.


Rullaði í meira lagi

Tað gekk tó ikki so leingi, so kom súpanin kortini oman á keiina, og so var bara at loysa. Nakrir byrjaðu nú at kanna, um allar greiðirnar vóru í lagi, meðan aðrir bert stóu á dekkinum. Prátaðu, skemtaðu og bara hugnaðu sær.

Tá komið var út um molan, fór at rulla at sindur, og lotið var eisini farið at merkjast. Klæðini teir høvdu vóru í flestum førum góð, so vindurin bilti einki, men verri var við rullinum. Stuttligt var at síggja eitt nú heimsins sterkasta mann, tá vindurin tó í seglini, so Norðlýsið legði seg móti aðrari liðini. Stórmenni sá hann í øllum førum ikki út til at vera tað løtuna, men at sjómansskapur var í honum, varð kortini prógvað nakað seinni.


Mest men ikki størst

Tað var nevnliga soleiðis, at tá vit nærkaðust Nólsoynni varð sjógvurin nakað kyrrari, og nú skiparin, Birgir Enni, segði seg hava eitt mið, var málageipanin aftur at hoyra.

Skjótt vórðu snørini tveitt út, og eftir at Regin fyrst hevði givið boð um, hvussu farast skuldi fram, var skjótt at onkur fór at kenna.

Teir báðar fyrstu átti heimsins sterkasti, og smílið var stórt, tá hann ikki sørt erpin helt fyri, at hann hevði ávarað teir frammanundan. Smílið gjørdist tó nakað minni, tá venjari hansara, Ilka Kinnunen, dróg higartil størsta fiskin upp. Ein reyðfisk.

Birgir hevði lagt seg nakað norðan fyri miðið, og tá rákið lá suðureftir, var skjótt, at rættuligur rokfiskiskapur tók seg upp. So at siga alla tíðina var onkur, sum dróg einhvønn fong upp, og Regin hevði úr at gera við at krøkja av. Tóktist ikki leggja nakað í, at hann soleiðis ikki slapp framat sjálvur.

Janni Virtanen var framvegis raskastur at fiska, tá tosað varð um nøgd, men reyðfiskurin hjá Ilka hevði framvegis munin í stødd. Tá so venjarin aftur fekk fatur á einum stórum reyðfiski, ásannaðu teir flestu, at nú var spælið úti. Hesin seinni hjá Ilka var nógv størri enn tann fyrri, og ikki sørt stoltur stillaði hann seg framman fyri myndatólið, so løtan ikki skuldi gloymast.


Av miðinum

Stutt eftir stóra fongin tóktist tað, at vit vóru riknir av miðinum. Hugagóðir royndu teir framhaldandi at fáa fatur á onkrum sterti, men tað var so eiðasørt.

Nú einki beit á, var hugurin líka sum farin at svíkja eitt sindur, og tá so ungverski venjarin eisini byrjaði at kenna seg illa, varð gjørt av at sigla inn til Nólsoyar.

Her var kyrt, so uttan stórvegis trupulleikar fingu vit skorað okkum niður í lugarin, har nakað av hita fekst aftur í kroppin, so hvørt sum súpanin fór niður um.

Tosið um fiskiskap gekk heitt, og av og á hoyrdist láturin runga, meðan bjørnirnar vinarliga argaðu hvønn annan.

Jú, allir tóktust teir hugna sær, og nú vindurin var undan, tá siglt varð aftur til Havnar, tóktist ikki at bila stórvegis við sjóverkinum.

Allir tóktust teir vera samdir um, at talan hevði verið um eina sera væl eydnaða útferð, og hóast stóri dagurin stóð fyri framman, tóktist eingin teirra at hava hetta í huganum, tá farið var av farinum og upp aftur á Bursatanga. Jú, Atlantsrisarnir høvdu so sanniliga hugna sær á Atlantshavinum.