Sætti gospelfestivalurin verður í vikuskiftinum í Norðurlandahúsinum

6. ár á rað, skipar Gospeltónleikafelag Føroya fyri Gospelfestivalinum og aftur í ár er Norðurlandahúsið karmur um festivalin, sum nú rættiliga hevur rótfest seg í Føroyum.

Endamáli hjá fyrireikarunum at hava henda festival er at menna og gera umstøðurnar hjá teimum, ið fáast við at syngja andaligan tónleik í Føroyum betri. At skapa eitt forum, har karmarnir eru optimalir.

Festivalurin í ár er einki undantak. Heili 13 bólkar, einstaklinga og kór fara at framføra andaligan tónleik í Norðurlandahúsinum 23. og 24. septembur og har verður eisini høvi at ogna sær fløgur og bøkur.

Upplýsingar um Gospeltónleikafelagið og Gospelfestivalin 2000 fáast eisini á heimasíðuni hjá Gospeltónleikafelagnum, www.gospelmusic.fo.

Atgongumerlir fáast í Norðurlandahúsinum, Kunningarstovuni í Havnn og Kiosk Vár í Saltangará.

Teir luttakandi á festivalinum í ár eru:

Siloakórið: Eitt kór, sum føroyingar flestir eru stoltir av. Kóri hevur ein greiðan og beinraknan boðskap og ferð at framføra mildan kórtónleik, júst sum vit kenna Siloakórið fyri. Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum sigur at tey hava eisini fingið stuðul frá nøkrum sera dugnaligum tónleikarum. Siloakórið leggur fyri á festivalinum leygardagin.

Heini Lützen: Hann kenna vit øll. Hevur í mong ár veri sera virkin í Føroyska tónleikaheiminum og við fleiri fløguútgávum á baki. Hann fer fyri tað mesta at syngja lovsangir.

Eyðun Jacobsen: Eyðun Jacobsen, sum forrestin júst hevur hildi silvurbrúdleyp saman við konuni, er eisini eitt sera kent navn innan andaliga tónleikaheimin í Føroyum. Hann er júst komin heim av útlegd í Danmark, har hann hevur virkað sum lovsangsleigari í einari stórari kirkju í Ålborg. Hann hevur eisini fløguútgávu í ryggsekkinum og verður tað spennandi at hoyra hvat hann fer at borðreiða við

á festivalinum í ár.

Elsebeth Lindegaard: er 24 ár. hon er gift og er mamma at 2. dreingjum. Í juni var hon liðug við petagog útbúgvingina.

Síðan Elsebeth var barn hevur hon sungi nógv. Tá hon var 5 ár framførdi hon saman vi sistur síni í missiónshúsinum har hon búði og skjótt bleiv tað til fleiri og fleiri framførðslur. Tá systurin flutti heiman helt hon áfram einsamøll við at syngja. Hon hevur ein fastan klaverspælara við sær og á Gospelfestivalinum hevur hon kór og fult orkestur við sær.

Í 1995 gav Elisabeth út eina fløgu, sum kallaðist Dråben. Í novembur 99 kom so seinna fløgan sum kallast Hos Far. Og tað er serliga sangir frá hesi fløgu, sum Elsebeth fer at framføra á Gospelfestivalinum.

Fyri 7 árum síðani misti Elsebeth pápa sín eftir at hann hevði verið sjúkur í nógv ár. Nógvir av tekstunum, sum eru á fløguni ?Hos Far? eru hetta at missa pápan. Tittulagi ?Hos Far? ber eina vón um at sýggja pápan aftur í Himli.

Tónleikurin er poppur. Lægt tónleikin tilrættis hevur Jacob Grunnertoft, sum eisini verður á konsertini.

Elsebeth sigur at hon gleðir seg at koma til Føroya saman við orkestri sínum og vónar at nógv fólk koma til konsertinar í Norðurlandahúsinum 23. og 24. septembur.

Jan Honningdal: Hann er frá norra. Giftur og eigur 4 børn. Sangur hevur altíð ligi á hjartanum hjá Jan og hann ynskir at brúka sangin sum eitt amboð fyri Harran.

Gjøgnum tíðina hevur hann verið sera aktivur í andaliga arbeiðinum har hann hevur veri. Serliga er tað lovsangurin, sum liggur honum á hjarta og hevur hann givið fleiri fløgur út.

Á Gospelfestivalinum fer Jan at framføra við tónleikarum úr Føroyum. Hann og kona hansara gleða seg at koma til Føroya, og vit gleða okkum at hoyra tey.

Jesus Band: Er ein nýggjur bólkur úr Eysturoynni. Hesin spennandi bólkurin spælir fyri tað mesta blues og traditionellan rock.

Liquid Gravity: Poppur. Bólkurin er serliga kendur fyri sínar framførðslur á Vaglinum, har bólkurin hevur luttikið á útimøtum hjá samkomuni í Filadelfia. Bólkurin er eisini kendur fyri at vera ein sera yvirgivin lovsangsbólkur.

A2J: Ein dansibólkur í Kelduni í Skálafirði. Tey hava framført dansir, mime og drama síðani 1998.

Saltbrøður: ?Poppur i en nøddeskal? Saltbrøður vóru við á seinasta Gospelfestivali og var framførðslan tá bergtakandi. Góður svingandi poppur, beinraknir tekstir og smílandi fólk á pallinum. Saltbrøður

svingar og vit gleða okkum at hoyra teirra nýggja repertuire.

I Am:: Ein bólkur, sum so sanniliga ikki liggur á tí latu síðuni. I Am, sum m.a. hevur havt góðar plaseringar á ?15 Tær Bestu? í Útvarpi Føroya og sum eisini hevur verið í Íslandi og spælt í summar, skal enda festivalin. I Am spælir reinan rock og má framførðslan hjá teimum eisini sigast at vera í serklassa.