tveir tímar í part. Tað var sera tungt at stýra bátinum vid hond. Vit máttu sita á sjálvari reyvini á bátinum, og hvørja ferð eitt brot kom, breyt tað yvir okkum. Havrógvarin vísir á, at tað var ikki serliga [...] kom róp í, at Leven var burtur! Eg leyp út á dekkið og royndi at hyggja rundan um bátin. Tað var bølamyrkt, so tað var ringt at síggja nakað. Alt í einum rópar Don: "Leven hongur uttanborða í trygdarlínuni [...] noyddust at gevast við royndini. - Vit høvdu róð í 10 dagar og lagt 1000 fjórðingar aftur um okkum. Tað var av bestu róðrarlíkindum, eini 15 metrar um sekundið, beint í reyvina, og ferðin á bátinum var stór
óseriøst, eg veit ikki um ein kallar tað óhumsku. Eisini tað, at ein sigur frá, at nevndin arbeiðir til egnan fyrimun, tá ein veit, at tað ikki er so, tað er óseriøst, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum annars ikki [...] er orsøk til. - Tað eru limirnir, sum reagera uppá, at landstýrið sum so hevur sett okkum út av spælinum. Óhumsku gangi eg ikki inn fyri. Vit hava eina heimasíðu, har fólk arbeiða. Tað er nýmótans tøknin [...] fleiri ferðir verið vitni til, at landstýrismaðurin, um tú lesir bløðini, roynir at sáa split í. Hann sigur, at formaðurin í Starvsmannafelagnum fær persónligan fyrimun burtur úr støðuni, tað er óseriøst
mær ein minni útróðrarbát, spurdi onkur, um eg ikki dugdi at gevast. Men, eg geri tað, eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska. Hví skuldi eg givist, hóast eg eri áttati og føli meg at vera væl fyri [...] rættiliga góð, og tað er fiskur – bæði toskur og hýsa – víða um. At fiskur fæst víða um, er gott tekin og gevur okkum eina ábending um, at hetta ikki er fiskur, sum bara verður her fyri eina tíð. Tað skal vera [...] undarligt, um so verður, soleiðis sum tað nú sær út, leggur hann aftrat. Jack Højgaard sigur, at fiskiskapurin í heyst javnan hevur ligið um 2000 pund á 11 stampum, og tað er ivaleyst hjá sær, sum hann tekur
sorgblíð nýggjársaftan. Tað kennist sum, at árini líkasum glíða út millum fingrarnar. Tá eg haldi, at eg nú havi fingið tamarhald á tíðini, so fýkur hon avstað sum ein rakett! Tað sigur Rigmor Dam, land [...] partinum. Eg vil tó siga, at tað er ein hátíðardámur á midnátt at síggja allar rakettirnar yvir Havnini. Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016? - Tað er torført at taka nakað ávíst [...] 2016 sum landsstýriskvinna hevur verið eitt hendingaríkt ár við hópin av upplivingum og avbjóðingum. At tingið samtykti hjúnarbandslógina fer altíð at eyðkenna árið 2016. Tað var ein stórsigur fyri øll, sum
kvotur loyvdur frádráttur. - Í samrøðuni sigur landsstýrismaðurin eisini, at tað er eitt nýtt sterkt arbeiðsmarknaðaramboð, at tað er ásett í lógini um sjófeingi, at manningarnar skulu lønast eftir sáttmálunum [...] ðingum í Fiskimálaráðnum. Formaðurin í Reiðarafelagnum vísir á, at tað tí eisini er í tráð við lógina, at manningarnar luttaka. - Tað er greitt, at landsstýrissmaðurin hevur ein trupulleika, nú hann hevur [...] seinnapartin í dag. "Eg skilji ikki, hví manningarfeløgini ikki krevja sín rætt og nokta at gjalda. Tað, sum hendir nú… síggi eg sum eina ávísa provokatión frá reiðarunum, kanska til at øsa manningarnar
heilsanum, og hann hevur eisini fingið hópin av blómum og øðrum heilsanum, síðan tað frættist um tilnevningina. - Jú, tað er so avgjørt, at hetta hitar í einum starvi sum mínum, men eg vil leggja dent á [...] fleiri aðrar? - Nei, tað dugi eg ikki so væl at siga. Eg ivist onga løtu í, at vit hava nógvar góðar leiðarar, sum høvdu uppiborið ein slíkan heiður. Hann dylur kortini ikki fyri, at tað, sum starvsfólkini [...] hann er kosin ársins leiðari, kanska liggur í, at hann hevur verið so sjónligur í longri tíð. - Vit hava torað at gingið nýggjar leiðir, og tað hevur hepnast okkum í Føroya Sparikassa væl, sigur forstjórin
Tað eru stívliga trý ár síðan, at Jansy Simonsen yvirtók tógvhandlinum Igloo í Sverrisgøtu 19 í Havn. Umframt at yvirtaka sjálvan handilin, yvirtók hon eisini húsini, har handilin hevur húsast seinastu [...] Hóast gamla handilsnavnið, hevur Jansy nú valt at geva handlinum egið navn, og hetta hevur eisini verið ein tanki heilt síðan byrjan. - Nú eg havi rikið handilsvirksemið undir navninum Igloo í trý ár, helt [...] varð navnið Igloo tí skift út við Tógvhúsið, sum eg haldi er eitt fitt og hóskandi navn til virksemi. Tað sigur Jansy Simonsen, sum var í starvi á byggideildini hjá Tórshavnar kommunu, tá hon hevði hug at
JÓLAHANDIL Tollaksmessudag varð handilshúsið Berglon í Runavík kosið at vera Ársins Jólahandil 2010. Tað var ein sms-atkvøðugreiðsla, sum Miðlahúsið skipaði fyri millum 60 handlar kring um í Føroyum, ið gav [...] heiður. Í sambandi við avdúkingina var Rás2 á staðnum og sendi í umleið ein tíma ”live” úr húsinum. Tað var Eyðun Samuelsen, marknaðarleiðari á Sosialinum, sum avdúkaði úrslitið av atkvøðugreiðsluni. James [...] hesa løtu tollaksmessudag. Rímilig søla Eyðvør Berg, handilsleiðari, heldur, at jólasølan í ár hevur verið umleið hin sama sum í fjør. - Vit hava ikki neyvt útgreinað, hvat fólk hava keypt í ár í mun til í
sigur, at tað fyrsta, bilførarin segði, tá ið teir komu til hansara, var, at hann var einsamallur í bilinum. - Tað var ein veldugur lætti, sigur hann. Róligur bilførari Yvirstýrimaðurin sigur, at tað var ógvuliga [...] róligur. Tað var eingin panikkur í honum, sigur Erland. Hann heldur, at bilførarin í fyrsta lagi hevur sær sjálvum at takka fyri, at hann slapp so væl frá hendingini. - Tað, at maðurin hevur verið fimur og [...] skjótt, og lítið og einki var hjá okkum at gera. Erland Mørkøre dugir ikki at meta um, hvørt tað hevði verið møguligt at hildið bilinum uppi í sjónum við bátshakanum, um hann hevði fingið fatur á bilinum
Festivalin, og hann hevur verið á øllum teimum undanfarnu - við undantaki av tí eina árinum, tá hann ikki var heima. - Heilt síðan byrjan havi eg saman við familjuni verið á G!, og hetta er eitt tiltak [...] hjartaliga vælkomnum á G! Festivalin, sum verður í døgunum, 14.-16. juli. - Eg gleði meg altíð til G!, og tað gera mong við mær. Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okkum at leggja gerandisdagin frá okkum eina løtu