Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til úttalilsini hjá Karsten Hansen um, at tað er ov langt úti, at koma við óhumsku um persónar.
Gunnleivur Dalsgarð leggur dent á, at nevndin í Starvsmannafelagnum skipar ikki fyri blokadu ella øðrum tiltøkum. Talan er heldur ikki bert um verkfall, men arbeiðssteðg, verkbann, sum eisini landstýrið er orsøk til.
- Tað eru limirnir, sum reagera uppá, at landstýrið sum so hevur sett okkum út av spælinum. Óhumsku gangi eg ikki inn fyri. Vit hava eina heimasíðu, har fólk arbeiða. Tað er nýmótans tøknin, ið er farin í gongd og tað er áhugavert í sær sjálvum og fær týdning framyvir, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
At Karsten Hansen sigur, at stór lønarhækking førir til uppsagnir, metir Gunnleivur Dalsgarð, sum illa undirbygdir og hóttandi pastandir.
Kennir einki til óhumsku
- Eg kenni einki til nakra óhumsku, men eg kann venda tí á høvdið. Eg havi fleiri ferðir verið vitni til, at landstýrismaðurin, um tú lesir bløðini, roynir at sáa split í. Hann sigur, at formaðurin í Starvsmannafelagnum fær persónligan fyrimun burtur úr støðuni, tað er óseriøst, eg veit ikki um ein kallar tað óhumsku. Eisini tað, at ein sigur frá, at nevndin arbeiðir til egnan fyrimun, tá ein veit, at tað ikki er so, tað er óseriøst, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum annars ikki hevur stórvegis viðmerkingar til hetta.
Gunnleivur Dalsgarð veit einki um, at partarnir skulu hittast. Men sum heimasíðan hjá felagnum eisini sigur, so hava semingsmenninir biðið um fund við Starvsmannafelagið. Gunnleivur Dalsgarð leggur dent á, at tað nú eru semingsmenninir, ið ráða.
Hevur góðar vónir
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at arbeiðið, sum setti prístalsbólkurin hevur gjørt í vikuskiftinum, óivað er gott. Men hann slær fast, at prístalið ikki kann brúkast, tí prístalsgrundarlagið í Føroyum sum heild, er alt ov óvist, og kann ikki brúkast til nakað.
- Til dømis er almenna prístalið 4,7%. Tað er pensjónir og lestrarstuðul og annað, sum verður roknað eftir tí. So finnur ein útav, at um gjørt verður á annan hátt, so er talið eitt heilt annað. Tá er ótryggleikin av stórur, til at ein kann nýta tað til nakað, heldur Gunnleivur.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at nýtt grundarlag nú er at arbeiða útfrá, og at Starvsmannafelagið fer við opnum sinni til samráðingarborðið, tá tann stund kemur. Eisini hann hevur góðar vónir um, at ein semja fæst í lag.