Í dag eru liðin níggju ár, síðan Livar Nysted og hansara menn gjørdu eina roynd at rógva um Atlantshavið, og í hesum sambandi hevur havrógvarin úr Hvannasundi lagt eina frásøgn út á sína Facebook-síðu. Frásøgnin snýr seg um truplu støðuna, teir komu í og sum førdi til, at teir noyddust at gevast við royndini.
- Vit høvdu róð í 10 dagar og lagt 1000 fjórðingar aftur um okkum. Tað var av bestu róðrarlíkindum, eini 15 metrar um sekundið, beint í reyvina, og ferðin á bátinum var stór. Alt var idyll. Vit livdu okkara stóra dreym, og lagið var gott á monnum.
Livar Nysted skrivar, at lítið vistu teir henda morgunin, hvussu teirra dreymatúrur knappliga skuldi gerast til eina marru.
- Einaferð út á seinnapartin hendi tað so. Eg sat frammi á bógbekki í bakborð og róði, tá eitt sett kom í bátin, og løtu seinni fóru vit tvørir. Leven, sum sat undir liðini á mær, leyp á føtur og fór beina leið aftur á reyv á bátinum at kanna, hvussu vorðið var.
Nú hoyrdi Livar Nysted mannin siga, at teir høvdu mist róðrið, og næstu løtuna fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið á monnum.
- Eg føldi eitt øgiligt vónbrot, og eg visti beinanvegin, at vit komu ikki langt uttan róður. Vit fóru beinanvegin til verka - at rigga eitt nýtt róður til. Vit gjørdu nakrar royndir at stýra við einari ár, men árar brotnaðu eftir lítlari løtu.
Livar Nysted sigur, at nú var vindurin vaksin upp í einar 20 metrar um sekundið, og aldan var vorðin væl størri, enn hon hevði verið. Leven fann nú upp á at taka kjølin úr bátinum og festa hann á reyvina á bátinum, og eftir nakrar tímar høvdu teir eitt nýtt róður.
- Men, hetta var ein øgilig fløkja av reimum og endum, sum hildu kjølinum upp á pláss. Vit fóru so aftur at rógva, og Leven og eg skiftust um at stýra, tveir tímar í part. Tað var sera tungt at stýra bátinum vid hond. Vit máttu sita á sjálvari reyvini á bátinum, og hvørja ferð eitt brot kom, breyt tað yvir okkum.
Havrógvarin vísir á, at tað var ikki serliga tespiligt at sita har í so ringum veðri, og hetta var heldur ikki heilt vandaleyst, so teir sótu bundnir í línu.
- Út á náttina byrjaði nýggja róðrið at loysna, og vit máttu gevast at rógva. Tað var ikki hugsingur um at gera nakað við róðrið, og vit gjørdu av at koyra drívakkerið út. Vit sóu nokso skótt, at hetta kom neyvan at ganga. Vit høvdu 2000 fjórðingar eftir at rógva, og veðrið var so ringt, at róðrið kom ikki at halda til túrin. Lagið á monnum var alt annað enn gott, og støðan gjørdist ikki betur, tá fjáltur kom á nakrar av monnunum.
Livar Nysted sigur, at teir høvdu ligið nakrar tímar fyri drívakker, tá Leven fór framm í gron at kanna endan, sum helt akkerinum. Meðan Leven var har frammi, fekk báturin ein stóran sjógv, sum legði allan bátin undir. Sjálvur var Livar Nysted tá staddur í kabinuni.
- Tá sjógvurin var runnin av bátinum aftur, kom róp í, at Leven var burtur! Eg leyp út á dekkið og royndi at hyggja rundan um bátin. Tað var bølamyrkt, so tað var ringt at síggja nakað. Alt í einum rópar Don: "Leven hongur uttanborða í trygdarlínuni!".
Havrógvarin sigur, at teir fingu Leven inn aftur í øllum góðum, men nú var standurin ikki góður umborð. Fleiri av monnunum høvdu fingið nokk og vildu av bátinum.
- Vit royndu sum frægast at tosa við menninar, ið ikki vóru so væl fyri sálarliga, men lítið hjálpti. Har var einki at gera. Morgunin eftir ringdi Leven eftir hjálp. Vit fingu at vita, at eitt russiskt farmaskip hevði kós móti okkum, og teir søgdu, at teir vildu taka okkum upp. 12 tímar seinni stóð eg á dekkinum á hesum russiska farmaskipi, og hesin túrurin um Atlanshavið var liðugur, sigur Livar Nysted.