Hóast Jack Højgaard gjørdist áttati ár hin 31. mai í ár og hevur verið fiskimaður alt sítt raska lív, er hann framvegis virkin á sjónum. Eftir at hava átt bát og skip í eini 40 ár, dugdi hann ikki at gevast á sjónum, tá hann seldi Volunteer.
- Tá eg seldi Volunteer og keypti mær ein minni útróðrarbát, spurdi onkur, um eg ikki dugdi at gevast. Men, eg geri tað, eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska. Hví skuldi eg givist, hóast eg eri áttati og føli meg at vera væl fyri? Mær tørvar ikki at rógva út, men eg tími ikki at seta meg hendur í favn, tá bæði hugur og orka enn er til at rógva út.
Jack Højgaard eigur útróðrarbátin, Hellisfoss, sum er einar 33-35 føtur langur. Hann hevur sett eitt sindur upp í hekkuna á bátinum, og hetta hevur gjørt bátin nógv betri í sjónum. Jack hugsaði annars um at byggja slengrikjølar á bátin, men tað heldur hann ikki vera neyðugt nú.
Umframt at rógva út, tá løturnar eru, fiskar Jack Højgaard eisini gággur, sum hann egnir á línuna saman við makreli og høgguslokki, og sjálvur heldur hann, at umleið triðja hvørt agn á línuni er gágga.
Jack Højgaard ásannar, at tað sær gott út á havinum í løtuni.
- Um dagarnar hevði eg 1900 pund á 11 stampum. Eg slapp ikki at seta, har eg ætlaði, tí júst henda dagin vóru nógvir útróðrarbátar á leiðini. Eg byrjaði at seta úti á seks fjórðingum eystur úr Borðuni, og eg endaði inni á trimum fjórðingum.
Útróðrarmaðurin er vísur í, at um hann hevði gjørt somu setu á somu leið í fjør – ella fyri einum ári síðan – hevði hann drigið svart.
- Jú, eg haldi, at útlitini eru rættiliga góð, og tað er fiskur – bæði toskur og hýsa – víða um. At fiskur fæst víða um, er gott tekin og gevur okkum eina ábending um, at hetta ikki er fiskur, sum bara verður her fyri eina tíð. Tað skal vera heilt undarligt, um so verður, soleiðis sum tað nú sær út, leggur hann aftrat.
Jack Højgaard sigur, at fiskiskapurin í heyst javnan hevur ligið um 2000 pund á 11 stampum, og tað er ivaleyst hjá sær, sum hann tekur til. Vanligar dagar er veiðan helvt um helvt toskur og hýsa. Onkrar dagar er meira av toski – og onkrar dagar meira av hýsu.
- Hýsa er at fáa í fleiri støddum, og bæði toskur og hýsa vísa seg at vera í góðum standi. Haraftrat kemur, at prísurin fyri toskin hevur verið góður og støðugur yvir eina longri tíð, sigur útróðrarmaðurin, sum hevur verið fiskimaður alt sítt virkna lív.









